Mótmælisgongan er í sambandi við ætlanirnar hjá samgonguni at skatta pensjónsinngjald og at innføra flata skattin.
Hesu boðar Samtak frá í eini fráboðan í morgun:
– Hesi tiltøk eru fullkomiliga ábyrgdarleys. Fakfeløg hava, síðani ætlanirnar um at skatta pensjónsinngjøld gjørdust almennar, harðliga mótmælt hesi ætlan, og ávarað um at seta hetta í verk. Fakfeløgini taka eisini greiða frástøðu frá uppskotinum um flatskatt.
– Slík skattaskipan hevur við sær óbótaligan skaða fyri samhaldsfasta vælferðarsamfelagið, og økir óneyðuga nógv um stættarmunin og trivnaðin í landinum, siga feløgini.
Síðan tað gjørdist greitt, at samgongan vil gera álvara av ætlanunum at skatta eftirlønina við inngjaldi og at seta í verk flatskattaskipan, hava fakfeløgini havt fleiri fundir sínamillum, við serfrøðingar, pensjónistafeløg, samgonguna, andstøðuna og politisku ungmannafeløg hennara.
Týskvøldið 29. november klokkan 19:00 verður eitt stórt kunningartiltak um pensjónsmálið í Norðurlandahúsinum, og leygardagin 3. desember kl 12:00 verður mótmælistiltak, sum byrjar á Farstøðini, og síðani verður gingið niðan á Vaglið, har røður, yrkingar, tónleikur og undirhald til børnini verður.
Fyrireikararnir vænta sær nógv fólk til hesi tiltøk, tí talan er um stór álvarsmál, sum hava sera stóran týdning fyri gerandisdagin hjá vanliga fólkinum.