Nógv hevur í seinastuni verið frammi um trupulleikar í umsitingini í Fiskimálaráðnum, og hevur hetta elvt til krav um upprudding. Seinasta málið var ein átala frá umboðsmanninum, sum er endað við, at ein fulltrúi hevur fingið fráboðan um uppsøgn.
Uttan at fara nærri inn í smálutir í sjálvari uppsøgnini, eru undirritaðu fakfe-løg av tí fatan, at grov brot eru framd á galdandi rættarreglur, sáttmála, og almenna uppsagnarpolitikk-in. Undirritaðu fakfeløg meta hesi brot verða nógv grovari, enn tað seinasta málið, sum førdi til átalu frá Løgtingsins umboðsmanni.
Undirritaðu fakfeløg mótmæla harðliga, at ein einstakur fulltrúi uttan leiðsluábyrgd verður sagdur úr starvi sum avleiðing av øllum teim átalum, Fiskimálaráðið hevur fingið hesa seinnu tíðina.
Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya
Magistarafelag Føroya
Føroya Verkfrøðingafelag
Starvsmannafelagið