Hevði als ikki ætlað mær at gjørt viðmerkingar til nakað sum helst tjak, nú landsstýrið fyrireikar kreppupakka fyri at tálma hallið á landskassanum í ár og komandi ár, men tá eg kortini havi gjørt av at bróta hetta lyfti, so er tað orsaka av hugburðinum, sum alment lønt starvsfólk gjøgnum fakfeløg teirra geva til kennar, nú tað hoyrist, at landsstýrið møguliga ætlar at nerta við sáttmálarnir hjá alment løntum starvsfólkum fyri at avmarka hallið á landskassanum.
Fyri fakfeløgini er sáttmálin sjálvandi serstakur, sum ikki politiskt skal broytast, og tað skal hann heldur ikki, undir vanligum umstøðum.
Fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum siga seg ræðast inntrivini, sum gjørd vóru kreppuárini í 90-unum, og tiltøkini vóru ikki tespilig, sparingarnar og inntrivini gjørdust av somu orsøkum ógvuslig, men kortini var tað undrunarvert, hvussu lítið inntrivini kortini ávirkaðu limirnar sum høvdu sáttmálar við tað almenna.
Sjómenn, handverkarar og fólk í sjálvstøðugum arbeiði blivu rikin frá húsi og heimi, og nógv fluttu av landinum fyri at lívbjarga sær og familjum sínum.
Hetta hendi meðan støðan hjá teimum alment løntu starvsfólkunum var heilt øðrvísi hóast inntriv á sáttmálaøki teirra. Har báðir hjúnafelagarnir vóru alment løntir, ávirkaði krepputiltøkini lítið og einki. Í staðin fyri tvær fløskur av reyðvíni 14. hvønn dag, var einans neyðugt við einari fløsku 14. hvønn dag. Hjá teimum vóru nærum ongar broytingar, og har annar parturin var alment løntur, hóraðu tey so dánt undan, uttan kortini at líða somu lagnu, sum øll hini sum ikki høvdu lønarsáttmála við tað almenna. Men sjálvandi vóru onkur undantøk, treyðugt so.
Tað er sjálvandi harmiligt, at slíkt skal henda, men tá tað kortini hendi í 90-unum, so var tað tí, at lønarútreiðslurnar hjá tí almenna vóru ein so stórur og ógvusligur partur av almennu útreiðslunum. Tað sama er galdandi í dag.
Neyðugt er at tálma landskassans útreiðslur komandi árini, og tí slepst ikki undan eisini at tálma lønarvøkstrinum, og finst ikki forstáilsi fyri tí, so er í størri mun neyðugt at siga fólki upp hjá tí almenna, so einfalt er tað, og tað er eftir mínum tykki stórt spell, at fakligur stoltleiki skal forða fyri broytingum – sum kortini ikki broyta lívskorini hjá limunum avgerandi.
Tað var eingin løtt uppgáva at endurreisa føroyska búskapin aftan á kreppuárini í 90-unum, men tiltøkini hjálptu, og hava eisini síðani verið til gagns fyri arbeiðsmarknaðin hjá teimum alment settu starvsfólkunum.
Vit hava tíverri lyndi til at gloyma, men tað er hóast alt ikki meira enn 16 – 17 ár síðani endurreisingin frá kreppuni í 90-unum byrjaði, og hóast tey sum í dag hava ábyrgd á mongum økjum, tá vóru í fermingaraldri, høvdu fingið húgvuna á høvdið, ella júst tikið koyrikort, tá kreppan byrjaði, so eiga tey og vit – kortini at læra av fortíðini.
Heimurin uttan um okkum hevur framt, og fremur broytingar í mun til broyttar umstøður, og tað sleppur føroyska samfelagið heldur ikki undan.