Eitt nú um øll tey tilsetingarevni, ið matframleiðarar koyra í matin. Øll E-numrini. Summi av hesum eru heilt óskaðilig, meðan onnur eru sera ivasom. Hvussu skula vit skyna á hesum? Vit kunna heldur ikki bara ræðast ølllum við einum E-fornavni.
-Er vistfrøðiligur matur sunnari enn ikki-vistfrøðiligur?
-Er nitrit vandamikið?
-Og hvussu við hesum azo-litevnunum í góðgæti?
Allir hesir spurningar og fleiri kunna svarast í nýggjari bók frá forlagnum Lindhardt & Ringhof. Tað eru tey bæði, Lene Midtgaard, Cand. Scient. Pol. og Tino Rabe Tønnesen, Cand. Techn. Soc., ið við akademiskum førleika, greiða frá hvussu modernaða familjan í dag kann liva uttan vandamikla kemi.
Og tað er ikki bara maturin, ið verður viðgjørdur í ”Famile uden kemi – guide til en sundere hverdag”.
Eisini sápur, krem, babyolja og annað til kroppin fær umrøðu. Og klæðir, innbúgv, leikur og elektroniskir lutir.
Alt, ið familjan hevur samband við í gerandisdegnum kann innihalda vandamikil evni. Við hesari bókini kanst tú dagføra tína vitan og taka støðu til øll hesi mál, ið ikki øll eru greið enn.
Ein listi er eisini í bókini yvir vørur, ið hava norðurlendska svanamerkið, sum borgar fyri umhvørvis-vinarligar vørur.
”Familie uden kemi – guide til en sundere hverdag”, Lene Midtgaard og Tino Rabe Tønnesen, Lindhardt & Ringhof, 218 blaðsíðir, innbundin, uml. kr. 230 í førysku bókhandlunum