Tað kemur meiri enn so fyri, at fløskupostar reka á land í Føroyum. Og tað kemur eisini fyri, at lívlangt brævaskiftið og vinalag spyrst burturúr hesum fløskupostum.
Men, hvussu tað fer at roynast hjá átta ára gomlu Sólvu T. Rúnadóttir av Tvøroyri er ov tíðliga at siga nakað um enn.
Nú ein dagin í góðveðrinum herfyri var hon farin við ommuni og abbanum og tveimum systkinabørnum yvir í Tjaldavík við gørnum. Meðan gørnini stóðu fóru tey upp á hólmin ein túr og í mølini har fann hon eina klára fløsku við onkrum í. Tá ið málið varð kannað nærri, vísti tað seg at vera ein fløskupostur.
Og hann kemur heilt úr Noregi. Tað er ein drongur í Oslo, sum eitur Henning, ið hevur sent fløskupostin beint fyri at hann fylti 11 ár í desember í 1998.
Sostatt hevur fløskuposturin ligið hálvtannað ár í sjónum, nú hann varð funnin.
Sólva T. Rúnadóttir ætlar sær nú at skriva til Henning og fortelja honum, at hon hevur funnið postin.
?Áki?tir vánaliga úrsliti, 3-3, móti Slovenia.
Henry favorittur til ?Golden Boot?
Eftir frálíka avrikið hjá Fraklandi og Thierry Henry í 3-0 sigrinum á Danmark, er Arsenal áleyparin nú favoritturin at gerast toppskjútti í kappingini. Oddsini at Henry gerst toppskjútti eru 9-2, meðan hollendarin Patrick Kluivert og spaniólin Raul eru á ávikavist øðrum og triðja plássi.
Áðrenn kappingin byrjaði vóru oddsini fyri Alan Shearer sum toppskjútta 12-1, meðan tey eftir vánaliga avrikið móti Portugal bert eru 20-1.
Savo Milosevic og Zlatko Zahovic eru eisini komnir langt upp á listan at gerast toppskjúttar hjá veddingarfeløgunum, eftir at hesir báðir skoraðu tvey mál í part fyrsta dysti sínum.