Fara aftur at slaa tunnu á sjónum

Aftur í ár skal ársins kongafiskur finnast - og tað verður í morgin

 

Fara aftur at slaa tunnu á sjónum

 

Hetta er eitt tiltak, sum hevur verið næstan hvørt ár síðani 1957

 

Tórshavnar Froskmannafelag skipar fer aftur í ár at skipa fyri tunnusláing á sjónum. Hetta er afturvendandi tiltak hjá Tórshavnar Froskmannafelag, sum hevur skipað fyri tunnusláing á sjónum tey flestu árini síðani felagið varð stovnað í 1957.

Tunnusláingin verður í Vágsbotni klokkan tvey í morgin, leygardagin og tey siga, at øll eru vælkomin at vera við at sláa, bæði børn og vaksin, men eyðvitað er tað neyðugt at vera froskmannadrakt. Tey leggja afturat, at felagið hevur nakrar barnadraktir til láns og tað ber at skifta í hølunum hjá felagnum.

Hann, ið slær tunnuna niður, verður ikki kallaður Kattakongur, men verður kallaður Kongafiskur. Onkuntíð vera kattakongar blakaðir á sjógv. Hjá froskmonnum er øðrvísi, har kann Kongafiskurin vænta at vera blakaður uppá turt. Kongafiskurin fær tó eisini ein vinning, sum heiður fyri avrikið.

Tey, ið ikki hætta sær at leypa á sjógv, eru vælkomin oman í Vágsbotn at síggja, meðan froskmenninir sláa tunnuna. Heitt kakao og suppa verður til øll, bæði áskoðarar og froskmenn. Vónandi verður undirtøkan góð.

Tórshavnar Froskmannafelag ynskir øllum eina góða føstulávint!