Fara at greiða Føroya fólki frá sjálvstýispolitikkinum

Komandi dagarnar verður ein faldari borin í hvørt hús í landinum, har Javnaðarflokkurin fer at greiða frá sínari hugsan um sjálvstýrispolitikkin. Seinni fer flokkurin at skipa fyri fundum kring landið, har greitt verður nærmari frá sjálvstýrispolitikki Javnaðarfloksins. Á tíðindafundi í dag fer flokkurin at greiða fjølmiðlunum frá innihaldinum

Eirikur Lindenskov


? Vit fara nú at greiða Føroya fólki frá okkara boðið upp á sjálvstýrispolitikkin við at senda ein faldara í hvørt hús í Føroyum.

Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, nú flokkurin hevur boðið fjølmiðlunum á tíðindafund í Javnaðarhølunum í gongugøtuni í Havn í dag klokkan 10.

? Har fara vit at almannakunngera faldaran, sum skal greiða frá, hvussu vit hugsa okkum, at farið verður fram í sjálvstýrispolitikkinum.

? Javnaðarflokkurin hevur verið lagdur undir at vera so ókonkretur m. a. við uppskotinum um sjálvstýrislógini - er hetta ein roynd at bøta um hetta?

? Tað er rætt, at vit hava fingið hatta skotið í skógvarnar, men eg haldi ikki, at hasin kritikkurin hevur verið heilt rættvísur, sigur Jóannes Eidesgaard, sum vísir á, at Javnaðarflokkurin í fleiri ár hevur arbeitt við hesum uppskoti.


Tikið kritikkin

til eftirtektar

? Kjakið seinastu tíðina um hendan spurningin hevur verið rættuliga einsíðugt, heldur Jóannes Eidesgaard, sum vísir á, at tað er bara tað, sum landsstýrið hevur ført fram, sum hevur verið umrøtt.

? Men vit hava tikið kritikkin til eftirtektar kortini - bæði tann politiska, og tann, vit hava fingið millum fólið, og hetta er so ein positiv roynd hjá Javnaðarflokkinum at greiða frá, hvar flokkurin stendur í sjálvstýrismálinum. Tá faldarin er komin út, fara vit at skipa fyri fundum kring landið, har greitt verður nærri frá, sigur Jóannes Eidesgaard.


Sett skrivara á floksstkrivstovuni

Javnaðarflokkurin hevur nú eisini sett skrivara at starvast í flokshølunum í Gongugøtuni í Havn. Tað er Katrin Gaard, sum hevur lisið leiðslu á Roskilde Universitetcenter, ið er sett í hetta starvið, og hon skal taka sær av samskiftinum við limafeløgini og vera starvsnevndini og tingmanningini til hjálpar.

Jóannes Eidesgaard sigur, at andstøðuflokkarnir á tingið eru rættuliga illa fyri, tá tað skrivstovuhjálp viðvíkur.

? Tað er øðrvísi hjá tingmonnunum hjá samgonguni, tí teir hava alla miðfyrisitingini til hjálpar. Løgtingsskrivstovan virkar ikki sum skrivstovuhjálp hjá tingmonnum - og tí hevur Javnaðarflokkurin valt at seta fólk burturav á floksskrivstovuni - eisini at vera tingfólkum floksins til hjálpar.

Skrivstovan hjá Javnaðarflokkinum verður opin hvønn gerandisdag millum klokkan 13 og 17, sigur Jóannes Eidesgaard, sum leggur afturat, at ætlanin er eisini at fáa størri virksemi í húsið, sum liggur væl fyri í gongugøtuni í Havn.