Farex um at fara á húsagang

Øll starvsfólkini eru uppsøgd og skal fyritøkan sleppa undan húsagangi, er neyðugt við nýggjum kapitali Tann 30. november í fjør vórðu øll starvsfólkini á Fiskasøluni Farex søgd úr starvi. Tað skrivar Dimmalætting í dag. Blaðið veit at siga, at stjórin, Rói Egholm, arbeiðir við at umskipa felagið. Neyðugt er við nýggjum kapitali. Annars fer fyritøkan á húsagang.

? Felagið er ov lítið til tað, sum vit skulu gera. Uppgávan er ov stór. Nýggjur kapitalur er neyðugur fyri, at virksemi hjá Farex á kinesiska fiskamarknaðinum kann halda áfram, sigur Rói Egholm við dagsins útgávu av Dimmalætting.

Tað er KRK Holding, sum eigur allan partapeningin í Farex. Eigararnir eru Kaj Leo Johannesen, Rói Egholm og Kári Danielsen. Farex varð sett á stovn í 1997 og virkaði felagið upprunaliga sum ein vanlig fiskasøla. Men síðani tíðliga í 2006 hevur Farex virkað á kinesiska marknaðinum, og haðani hevur fyritøkan selt fisk til evropeiska marknaðin.

? Tað, sum vit gera í Kina, kastar pengar av sær. Men vit hava brúk fyri meira kapitali, og hesum arbeiða vit aktivt fyri í løtuni. Hetta gera vit, tí vit trúgva, at konseptið hjá Farex er sunt og gott, sigur Rói Egholm, stjóri í Farex við Dimmalætting.