Jan Muller úr Oslo
Peter Angelsen: -Vit hava viðgjørt spurningin um dagatalið hjá føroysku rækjuskipunum. Eg havi lovað løgmanni at ganga ígjøgnum alt tilfarið, sum varð brúkt í sambandi við at minka dagatalið. Men vit mugu minnast til, at stigið til hetta var eitt útspæla sum kom frá øðrum fiskiveiðutjóðum eisini og bar í sær eina skerjing fyri allar teir, sum veiða við Svalbard, eisini norðmenn
-Men fáa føroysku rækjuskipini ikki hesar fiskidagarnar aftur á
-Soleiðis sum eg havi skilt hagtølini, so troyta føroysku skipini ikki allar teir fiskimøguleikarnar tey hava. Hvat verður í framtíðini veit eg ikki, men vit fara nú at hyggja alt tilfarið ígjøgnum.
Hóttur stovnur
Fiskimálaráðharrin sigur annars, at rækjustovnurin í Barentshavinum, og við Svaldbard er so hart troyttur, at tað átti at verið gott fyri tær tjóðir sum veiða har, at veiðutrýstið varð minkað
Við hesum vísir hann aftur møguleikan fyri at vaksa um veiðumøguleikarnar, og hvat toskinum í Barentshavinum viðvíkur sigur hann, at fiskifrøðingarnir mæla til eina hálvering av veiðuni frá 97 til 99. ñNoreg hevur bert nøkur 40% út av totalu toskakvotuni í Barentshavinum. Restin verður býtt við Rusland og triðja lond
Peter Angelsen heldur ikki, at norskir fiskimenn halda tað vera rætt lat lata øðrum meira av toskinum
-Eg vóni, at vit og føroyingar kunnu hava ein góðan og konstruktivan dialog um sínamillum fiskiveiðuavtalur. Vit hava ongan áhuga í at nokta føroyingum at fiska í Barentshavinum. Vit vilja fegnir hava føroyskar fiskimenn í Barentshavinum men innan fyri balanseraðar avtalur
Hvat spurninginum um at ísland letur føroyskum kvotur uttan at fáa nakað aftur fyri sigur Peter Angelsen við einum heldur hummoristkum tóna, at íslendingar vita hvat teir gera, tí teir kunnu jú kompensera við tað teir geva øðrum við at taka tað aftur á øðrum økjum og her sipar hann til »Smutthullet«
Peter Angelsen heldur ikki, at spurningurin um olju og fisk eigur at blandast saman. Hann heldur ikki, at oljuvinnan í Noregi hevur brúk fyri at fáa nakran stuðul frá fiskivinnuni, tá talan er um at gera handil við onnur lond
-Tað eru meira enn 70.000 fólk í finmarkini. Tey eru heilt bundin av tí sum Barentshavið gevir, og tað hevur ikki verið lætt at vera íbúgvi her við teimum reguleringum sum eru gjørdar. Og teir hava so eisini følt á egnum kroppi, hvat tað vil siga, at aðrir fiska uttan avtalu í Barentshavinum. Tí er so týdningar mikið at hava veiðuavtalur sum byggja á tað fiskifrøðingar áleggja okkum.