Faroe 5 góvu alt, tær høvdu, í einari framúrskarandi framførslu á Vágsbø í dag. Faroe 5 vístu, hvat tær duga, tá tær sum tær fyrstu í dag fóru á Stóra Pallin. Væl dámdu løgini hava ongantíð ljóðað betur enn tey gjørdu í dag, og man má ásanna, at harða venjingin veruliga loysir seg. Har var snøgt sagt einki at seta fingurin á, hvørki við framførsluni, sanginum ella ljóðinum, ið fyri eina ferð skyld var framúr.
Tær fimm genturnar høvdu fingið Leiv Thomsen og Henning Nicodemussen at hjálpa sær á pallinum, samstundis sum lagskrivarin og prodúsarin Kári Jacobsen stóð við tangentarnar. Hesin bólkurin hevur verið nógv á pallinum við gentunum í ár, og tað riggar bara heilt væl at geva sangunum eitt livandi íkast á pallinum, so tað ikki bara er eitt back-track, sum koyrir í bakgrundini.
Eisini skal nevnast, at Thor Simonsen gevur nógv á pallinum, tá hann rappar seg gjøgnum sangir teirra.
Framførslan var sera góð, og koreografiin riggaði orduliga væl. Tær vóru sexutar og frekar, bæði í dansinum og sanginum, og tað er næstan synd, at tær spældu so tíðliga, tí tær høvdu heilt vist kunnað blást Vágsbø um koll, um tær sloppu at spæla seinni um kvøldið.