Faroe Petroleum hevur gjørt avtalu við oljufelagið First Oil Expro Ltd. um at keypa 18,75% av gassfeltinum Wissey í syðra parti av Norðsjónum Við hesum handli fær Faroe Petroleum betri javnvág millum leiting, útbygging og framleiðslu og minkar um váðan í loyvisporteføljuni, sigur felagið.
Farið varð fyri stuttum undir at útbyggja Wissey-feltið. Oljufelagið Tullow Oil, ið hevur drúgvar royndir sum fyristøðufelag í Norðsjónum, stendur fyri útbyggingini og eigur 62,5% av feltinum. Framleiðslan í Wissey byrjar væntandi í seinnu helvt av 2008. Parturin hjá Faroe Petroleum svarar til umleið 1.800 tunnur um dagin, tá umroknað verður frá gassi til olju.
Fyri alt tíðarskeiðið, ið framleitt verður, verður parturin hjá felagnum mettur til 5,9 milliardir kubikkføtur av gassi ella umleið eina millión tunnur av olju. Møguleiki er tó fyri, at meira kolvetni er í kelduni. Samlaði kostnaðurin hjá Faroe Petroleum fyri alla útbyggingina av Wissey verður væntandi 145 mió. kr. Fíggjað verður við tøkum peningi og láni, upplýsir felagið.
-Hesin handilin hjá Faroe Petroleum vísir, at felagið er ført fyri at arbeiða saman við teimum stóru oljufeløgunum, eins og virðisbrævagreinarar nýliga hava víst á. Tullow Oil er við sínum marknaðarvirði á umleið 50 milliardir føroyskar krónur ein av stóru spælarunum í oljuvinnuni, sigur Johnny í Grótinum, íløguleiðari í Føroya Banka.