Faroe Ship fingið risastóran krana

Sunnudagin kom risastóri Gottwald kranin hjá Faroe Ship til landið


Í sambandi við at Faroe Ship hevur lagt tað mesta av virkseminum um til bingjuflutning, hevur felagið gjørt av at keypa ein nýggja krana. 


Nýggi Gottwald kranin vigar umleið 400 tons og lyftir á leið 120 tons.

Kranin skal brúkast til alt lossingar og lastingar arbeiði í sambandi við vørur, sum koma og fara við bingjuskipunum Lómur, Blikur, Dettifoss og Goðafoss. 


Høvuðsendamálið við krananum er at lætta um arbeiðsgongdina, trygdina og tíðina at handfara góðsið - hetta til gagn fyri bæði viðskiftafólk og starvsfólk felagsins.

Í sambandi við keypið av nýggja karnanum er útskrivað innanhýsis navnakapping, sum siður er í samtakinum. Navnið verður avdúkað seinni í dag.