Faxe Kondi kvinnur: VB megnaði javnleik móti Neistanum

Alt er opið í bólki 1

VB stóð fyri einum rimmar avriki og úrsliti í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum.

 

Í høllini á Hálsi í Havn megnaði VB javnleik 26-26 móti Neistanum. Neistin var á odda 13-12 í steðginum. Móti dystarenda var Neistin á odda 26-24, men seinastu løtuna megnaðu vágskvinnur við tveimum málum og tryggja sær eitt týðandi stig í kapprenningini um at røkka hálvfinaluplássunum.

 

Ró Reginsdóttir var við fimm málum toppskjútti hjá Neistanum. Carmen Luiza Silva (myndin) var stórskjútti hjá VB. Hon skoraði heili 12 mál, og tað var eisini hon, ið javnaði til støðuna 26-26 móti dystarenda.

 

VB hevur trý stig fyri tríggjar dystir, og Neistin hevur trý stig fyri tveir dystir. Kyndil hevur tvey stig fyri ein dyst, og StÍF hevur aftaná tveir dystir einki stig. 

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum Neistan og VB:

 

##med2##