Tvey fólk hava latið lív av russiskum loftálopum í høvuðsstaðnum í Ukraina, Kiev, sunnunáttina. Trý innur hava fingið skaða.
Tað sigur statsliga tilbúgvingartænastan í Ukraina á boðtænastuni Telegram, sambært tíðindastovuni Reuters.
Tey, sum eru dripin, eru ein maður og fýra ára gamli sonur hansara. Ein 13 ára gamal er millum tey særdu.
Seint leygarkvøldið segði borgarstjórin í Kiev, Vitaly Klyutko, at Russland hevur framt loftálop í útjaðaranum av ukrainska høvuðsstaðnum, Kiev, og at loftverjuskipanir hava verið við til at forða álopunum.
- Loftverjuskipanir eru í gongd, luftávaringar halda fram, skrivar Klytjko á boðtænastuni Telegram.
Serhij Popko, sum er leiðari fyri hernaðarfyrisitingina í Kiev, boðaði eisini frá loftálopum í høvuðsstaðnum.
Vitni siga við Reuters, at tey hoyrdu í minsta lagi tvær spreingingar, sum ljóðaðu sum álop, sum vórðu steðgað av loftverjuni.
Í Kiev, økinum rundan um og í øllum eystara parti av Ukraina hava ávaring um loftálop ljóðað í nátt. Tað sigur ukrainska flogverjan á Telegram.
/ritzau/Reuters