Fekk næstan ikki gingið fyri vespuni

ÓLAVSØKUSKRÚÐGONGAN: At tað ikki bert er stuttligt at luttaka í skrúðgonguni á ólavsøku, fekk tann tá nývalda tingkvinnan, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur at sanna henda dagin fyri júst einum ári síðani.

Eins og aðrir tinglimir, landsstýrisfólk, prestar og onnur hevði hon riggað sær klæðini til hesa serstøku løtuna, tá farast skuldi úr Tinghúsinum og oman í Dómkirkjuna á fyrsta sinni.

- Eg hevði latið meg í tey føroysku klæðini, og hevði – sum vera man – eisini fingið mær eitt sindur av make-up uppá. Haraftrat fekk eg mær eina reyða feittstift á varrarnar, og var tað henda sum kom at volda mær trupulleikar á veg oman í kirkjuna, greiðir Elsebeth brosandi frá.

Tað var yngsta dótturin sum hevði lænt henni hesa feittstiftina, sum haraftrat hevði ein sterkan anga av jarðberjum. Stutt eftir fekk hon at sanna, at tað vóru onnur enn hon sum dámdu hesa feittstiftina.

Við Portalin sigur Elsebetn, at hon hevði ikki gingið leingi í skrúðgonguni, fyrrenn ein vespa byrjaði at sveima rundan um seg.

- Hon helt sikkurt eisini, at hesin jarðberjalukturin var well, og vildi koma inn í munnin hjá mær. Eg sló fyri mær, fyri at fáa vespuna langt burtur, men onki hjálpti.

- So tú skilir, at tað var út í "gys" at vera so umsvermað av einari vespu. Gongulagið var nokk ikki tað mest fornemma, sum eg sló frammanfyri mær eftir hesari vespuni á veg oman í kirkjuna, greiðir hon víðari frá.

Og Elsebeth endar prátið við hesi staðfestingini:

- Eitt er so heilt sikkurt: Hesa feittstiftina læni eg so ikki aftur frá dóttrini í ár.