Fekk skaða umborð á skipi

Klokkan 9.20 týsmorgunin fekk MRCC Tórshavn boð frá MRCC Griz Nez í Fraklandi um, at ein 18 ára gamal sjómaður á franska fiskiskipinum "Cap Nord" hevði fingið skaða í høvdið. Hetta greiðir Sjóbjargingarstøðin frá í kunningarskrivi.
Tann 18 ára gamli maðurin noyddist á sjúkrahús skjótast gjørligt. Um hetta mundið var franska skipið umleið 180 fjórðingar í ein landnyrðing úr Føroyum.
Bjarningartyrlan Bell 412 fólr úr Klaksvík klokkan 10.50, og klokkan 12.26 var maðurin komin umborð á bjargingartyrluna, sum setti kós ímóti landi. Tyrlan lendi við Landssjúkrahúsið klokkan 13.47, og sjúklingurin kom undir læknahond.