Tíðindaskriv:
Vitanardeiling og netverk
Umleið fýra ferðir um árið fer felagið at skipa fyri tiltøkum fyri limum við føroyskum case stories, serfrøðingum og kjaktorgi. Møguleiki er eisini at skipa fyri felagsferðum til altjóða marknaðarføringsmessur og -ráðstevnur. Við ársskiftið verður somuleiðis skipað fyri ársveitslu og virðislønarhandan.
Fyrsta tiltakið í Vinnuhúsinum
Fyrsta limatiltakið verður mikudagin 27. mai, kl. 14.00 í Vinnuhúsinum. Fyrsta evnið verður eitt sofaprát um marknaðarføringina av farna løgtings- og fólkatingsvalinum. Hvat riggaði og hvat riggaði ikki við marknaðarføringini og samskiftinum í valstríðnum? Ráðgevar, ið vóru við at stýra valstríðini fyri teir størstu flokkarnar fara at at luttaka og tosa nærri um evnið. Onnur komandi limatiltøk verða kunngjørd seinni.
Hvat er eitt marknaðarfólk?
Øll marknaðarfólk kunnu gerast limir í felagnum. Marknaðarfólk er eitt felagsheiti fyri fólk, sum arbeiða við marknaðarføring. Hetta eru til dømis fólk, ið arbeiða á marknaðardeildum, marknaðarleiðarar, ráðgevar, samskiftisfólk, grafikarar, samskiparar, SoMe-fólk og líknandi. Talan er tó ikki um lýsingarstovur, miðlar og aðrar veitarar hjá vinnuni, sum longu hava onnur líknandi feløg.
Limaskapur
Limaskapur í Felagnum Føroysk Marknaðarfólk verður teknaður við at gjalda limagjald á 1.000 kr um árið per persón. Limagjaldið gevur atgongd til øll tiltøk, ið Felagið Føroysk Marknaðarfólk skipar fyri. Nýggir limir kunnu melda seg sum lim í endurstovnaða felagnum við at skriva til: [email protected]
Nýggj nevnd sett
Á stovnandi aðalfundinum, 4. mai 2026, varð nevnd vald. Tey valdu vóru: Ann Krista í Dali (marknaðarleiðari hjá Gist & Vist), Eiler Fagraklett (marknaðarleiðari hjá Poul Hansen), Henny á Líknargøtu (Travel Director hjá Smyril Line), Levi Hanssen (brand- og marknaðarleiðari hjá Hiddenfjord) og Lív Sørensen (marknaðarráðgevi hjá Betri Trygging). Nevndin hevur skipað seg við Eileri Fagraklett sum formanni og Henny á Líknargøtu sum kassameistara.











