Hóast tað bert var næstseinasta umfar í bólkaspælinum, so høvdu fleiri feløg møguleikan at spæla seg víðari úr bólkaspælinum í Champions League í kvøld.
Í teimum báðum fyrru dystunum greiddu Ajax og Viktoria Plzen sínar skyldur, so at Ajax er víðari í kappingini og Plzen varðveitir møguleikan at koma í Europa League.
Í seinnu dystunum skuldu nøkur av størri feløgunum í eldin. Har í millum var Manchester United sum við einum sigri kundi spæla seg víðari um úrslitið millum Juventus og Valencia var til vildar.
Og so var. Juventus vann 1-0 á Valencia, og sama gjørdi Manchester United móti Young Boys.
Tað var tó ikki uttan hóvasták, tí enska stórfelagið hevði stórar trupulleikar við at fáa bóltin í málið, og tað var bert David de Gea at takka, at Young Boys ikki legði seg á odda í seinna hálvleiki.
Men júst sum tað sá út til at enda málleyst í Manchester, so endaði bólturin fyri Marouane Fellaini, ið vendi sær og setti bóltin í málið, so at úrslitið gjørdist 1-0 til Manchester United sum er til reiðar til áttandapartsfinalurnar saman við Juventus.
Grannarnir úr Manchester City spældu seg eisini víðari undir truplum umstøðum, tá ið ensku meistararnir fingu 2-2 á útivølli móti Lyon í einum spennandi dysti. Venjarin hjá Manchester City, Pep Guardiola, segði eftir dystin at hetta var eitt hitt besta mótstøðuliðið, ið hann hevði roynt seg í móti.
Ráðandi Champions League meistararnir úr Real Madrid spældu seg eisini víðari við 2-0 sigri á útivølli móti AS Roma.
Ein annar av favorittunum í kappingini, Bayern München, spældi seg somuleiðis víðari við sannførandi 5-1 sigri á Benfica.
Úrslitini í Champions League í kvøld:
Bólkur E:
AEK Athen - Ajax 0-2
Bayern München - Benfica 5-0
Bólkur F:
Hoffenheim - Shaktar 2-3
Lyon - Manchester City 2-2
Bólkur G:
CSKA Moskva - Viktoria Plzen 1-2
Roma - Real Madrid 0-2
Bólkur H:
Juventus - Valencia 1-0
Manchester United - Young Boys 1-0