Lív
Tað verður ein stór og týdningarmikil avgerð, sum landsstýrið vónandi fer at taka í dag.
Landsstýrið skal nevniliga eftir ætlan viðgera spurningin um framtíðina hjá lívstryggingini, LÍV.
Sostatt sæst loksins ein endi á einum máli, sum hevur verið ein trupul knútur at loysa nú í fimm ár.
Hesin bólkurin hevur havt óteljandi fundir við landsstýrið. Og eftir tann seinasta fundin, sum var fríggjadagin, er tað nú loksins komið hartil, at landsstýrismaðurin í vinnumálum skuldi leggja málið fyri landsstýrisfund í morgun.
-? Tað er við góðum treysti, at vit nú fara at bíða eftir úrslitinum av hesum landsstýrisfundinum, siga teir báðir, Jógvan Mørkøre og Andrias Ziska, sum hava arbeitt mest við hesum málinum, saman við Gunnleivi Dalsgarð og Leif Ellingsgaard.
Teir hava sitið í einum bólki, sum umboðar limirnar í 14 fakfeløgum við tilsamans ímillum 8000 og 9000 limum, sum allir hava tryggingar og eftirlønir hjá LÍV.
Málið snýr seg um, hvør skal ognarrætt og ávirkan á LÍV, ið umsitur stórar ognir hjá tryggingartakararnunum og sum eisini sum felag, fer at hava stórt virði í sær sjálvum.
-Fakfeløgini hava sum so onki við málið at gera, men tey eru til fyri at røkja áhugamálini hjá limunum, og tað tað er hetta, tey gera í hesum føri, siga teir báðir. Feløgini meta tað enntá sum eina eyðsýnda skyldu at røkja áhugamálini hjá feløgunum í hesum máli, tí tær flestu eftirlønirnar í LÍV, eru endaðar har sum eitt úrslit av samráðingum ímillum fakfeløg og tað almenna.
Hvør skal eiga LÍV?
Ósemjan um LÍV er eitt rættiliga grundleggjandi og prinsipielt mál. Tað snýr seg um, hvør eigur LÍV. Føroya Landsstýri metir seg hava ognarrættin, tí felagið er sett á stovn við lóg. Tryggingartakararnir ivast hinvegin ikki í, at tað eru teir, sum eiga felagið, tí teir hava goldið øll virði í tí, og hesi virði hava verið bundin í LÍV eitt heilt arbeiðslív.
Tí hava tryggingartakararnir kravt at fáa 51% av partabrøvunum í almenna partafelagið LÍV, nú ætlanin er, at felagið verður til sølu.
Eina tíðina lá í kortunum, at Tryggingarfelagið Føroyar, ið umsat LÍV øll fyrstu tríati árini og reiðiliga tað, skuldi keypa umleið 50% av partabrøvunum í LÍV, meðan tryggingartakararnir skuldu eiga hina helvtina. Tryggingarfelagið Føroyar kundi tó ikki góðtaka, at tryggingartakararnir fingu 51% og harvið meirilutan.
Tí hava tryggingartakararnir slakað og viljað góðtaka, at fáa 50% av partabrøvunum, treytað at fáa ein partaeigarasáttmála afturfyri, sum tryggjar teimum, at ongar týðandi avgerðir kunnu takast, uttan fulla semju í nevndini fyri LÍV.
Og hetta er tilmælið, sum landsstýrið skal taka støðu til í dag.
Tryggingartakararnir vilja hava minst 51%, ella 50% við einum partaeigarasáttmála, sum tryggjar teimum avgerandi ávirkan.
-Kann landsstýrið ikki geva okkum hendan partaeigarasáttmálan, má landsstýrið góðkenna at tryggingartakarararnir fáa 51% av felagnum.
Málið er eisini við at fella fyri fyrningarfreistini, sum er á nýggjárinum.
Tey 14 feløgini avgjørdu longu fyri hálvum fimta ári síðani at stevna landsstýrinum í hesum máli. Men tey avgjørdu kortini fyrst at royna at finna eina politiska semju, tí tey hildu, at bæði tryggingartakararnir, LÍV og politiski myndugleikin áttu at havt ein felags áhuga í at eftirlønarskipanirnar í LÍV komu í eina legu, sum áttu stóraundirtøku ímillum løntakarar.
Tey bæði umboðini fyri tryggingartakararnir halda ikki, at tíðarfreistin er ov knøpp.
-? LÍV varð gjørt til eitt alment partafelag upp á 14 dagar í jólamánaðinum í 1999, so tað átti ikki at tikið so langa tíð, at broytt nakrar fáar lógargreinar aftur, sum gingu tryggingartakarunum á møti.
Høvdu ikki rætt at taka felagið
Stríðið um Lív byrjaði sostatt longu í 1999, tá ið Føroya Løgting, eftir uppskoti frá landsstýrinum, samtykti at gera Føroya Lívstrygging til eitt alment partafelag, sumfekk navnið LÍV.
-Hetta var eitt lógaruppskot, sum varð hurrað ígjøgnum løgtingið upp á tvær-tríggjar vikur, beint uppundir jól í desember mánaða í 1999.
-Men tað er sera ivingarsamt, um landsstýrið yvirhøvur hevði ognarrættin til Føroya Lívstrygging.
Hetta hevur Løgtingið eisini ásannað seinni, tá ið ein stórur meiriluti av Løgtinginum samtykti at heita á landsstýrið um at broyta skipanina við LÍV, so at tryggingartakararnir fingu ávirkan og innlit - men kortini hendi ikki meiri.
Í hesi áheitanini á landsstýrið, vísur Løgtingið á, at tá ið Føroya Lívstrygging varð stovnað í 1966, varð endamálið at gagna uppsparingini í landinum. Men tað verður eisini lagdur dentur á, at Lívstrygging skuldi vera ein sjálveigandi stovnur.
Víst verður eisini á, at Føroya Landsstýri rindaði ongan pening til felagið, tá ið tað varð stovnað.
Øll hesi árini síðani, hevur Føroya Lívstrygging mótvegis fakfeløgunum, ið umboðaðu limir sínar sum tryggingartakarar, lagt dent á, at tað vóru tryggingartakararnir, sum áttu allar ognirnar í Føroya Lívstrygging.
Eftir at ein gerðarættur hevði havt spurningin til viðgerðar í 1991, tók landsstýrið til eftirtektar, at tryggingartakarin hevur fullan ognarrætt til eftirlønina, sum bæði teir og landsstýrið betala í Lív sambært sáttmálum.
Í eini semju millum landsstýrið og Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara í 1993, bant Føroya Landsstýri seg til at virka fyri, at lógin um Lívstrygging varð snikkað soleiðis til, at felagið fær innlit og ávirkan.
Hetta er ongantíð gjørt.
Í einum drúgvum skrivi til Føroya Landsstýri dagfest í 1997 hevur Føroya Lívstrygging boðað frá, at hon, og løgfrøðingurin hjá henni, eru komin til ta niðurstøðu, at Føroya Lívstrygging er ein sjálveigandi stovnur, og at tryggingartakarin hevur rætt til allar ognir í felagnum.
-Men tað heilt ótrúliga hendi, at tá ið uppskotið um at gera LÍV til eitt alment partafelag í 1999, fekk Løgtingið ongantíð nakað at vita um hetta skriv frá LÍV og løgfrøðinginum hjá felagnum, siga Jógvan Mørkøre og Andrias Ziska.
-Tvørturímóti boðar Vinnumálastýrið frá, at løgfrøðisligar kanningar eru gjørdar, og at niðurstøðan er greið. Og niðurstøðan er, at tað er Landsstýri, sum eigur Føroya Lívstrygging.
Og teir skoyta eisini uppí, at tá ið Lívstryggingin varð umskipað til alment partafelag í 1999, vóru hvørki fakfeløgini ella tryggingartakararnir hoyrdir.
-Hetta hildu vit var ovboðið, tí hetta er máa støðið undan fólkaræðinum. Eitt tað mest grundleggjandi í fólkaræðinum er nettupp at hava eitt val ímillum ymsar møguleikar. Men tað, sum hendi her, var at embætisfólk sáldaðu teir upplýsingar frá, sum ikki tænti endamálinum.
- Tí løgdu vit málið fyri landsstýrismálanevndina, men har kom onki burturúr.
Tryggingartakarar ressaðust við
Hendan sera ivasama samtyktin um at gera Lív til eitt alment partafelag, fekk skjótt nakrar av tryggingartakarunum at ressast.
Tað var fyrst Andrias Ziska, ið, sum einstaklingur fór í holt við málið.
Tað endaði skjótt við, at tryggingartakarar úr 14 fakfeløgum, kravdu, at teir fingu tann rætt yvir ognunum hjá Lív, sum teir áttu rætt til.
Teir gjørdu beinanvegin greitt, at teir vóru til reiðar at stevna landsstýrinum fyri at fáa sín rætt. Men teir gjørdu kortini av at royna samráðingarvegin fyrst.
Hetta hevur higartil ført til eina fimm ára langa tilgongd. Men nú er loksins komið so langt, at tað sæst ein endi á málinum, nú landstýrið skal taka støðu til tað í dag.
-Tað er sera umráðandi at fáa hetta mál loyst nú, tí spurningurin er, hvat landsstýrið kann finna uppá at gera við Lív, siga teir báðir umboðsmenninir fyri tryggingartakararnar.
Teir vísa á, at landsstýrið hevur sett sær fyri at einskilja almennar fyritøkur.
-Í tí sambandið er júst Lív nevnd sum ein fyritøka, ið er vælegnað at einskilja.
-Tað vil siga, at vandi er fyri, at landsstýrið selur størri ella minni part av Lív, hóast tað als ikki hevur ognarrættin yvir felagnum.
Sostatt koma tryggingartakararnir at missa ta ávirkan á felagið, sum teir hava fullan rætt til, og tað góðtaka teir ikki.
Men Jógvan Mørkøre og Andrias Ziska siga, at spurningurin um ognarrættin hjá Lív verður rættiliga avgerandi fyri framtíðina hjá felagnum.
-Skal LÍV verða lív lagað, er tað neyðugt, at tryggingartakararnir vilja kennast við felagið og taka tað til sín. Tað gera teir ikki í nóg stóran mun í dag, tí tað eru framvegis mong dømi um, at føroyingar heldur fáa sær tryggingar uttanlands enn hjá LÍV. Men skulu tryggingartakarnir taka felagið til sín sum sítt felag og skal tað eydnast at fáa tryggingarnar uttanlands heim til Føroyar, so skal tað somuleiðis eytdnast at fáa teir løntakarabólkar uppí, sum ikki hava nóg góðar eftirlønartryggingar, er tað alneyðugt, at teir eisini fáa ognarrættin til felagið, teir seta peningin í.
-Rákið er eisini frá almennum monopoli til fría kapping. Men í løtuni hongur LÍV í einum slagi av ongamannalandi.Fyrr vóru tað politisku flokkarnir, sum settu síni fólk í nevndina. Eftir at LÍV varð gjørt til alment partafelag í 1999, hevur tað verið Vinnumálaráðið, sum hevur sett síni fólk at stýra LÍV og í stóran mun hava tey verið embætisfólk ella fólk við tilknýti til Tinganes. Í hvørgum føri hava tryggingartakararnir fingið umboðan og sostatt hava teir hvørki fingið ávirkan ella innlit.
? Altjóða rákið fer helst at krevja, at løntakarar í framtíðina helst kemur at standa fríur at gera av, hvar hansara eftirlønaruppsparing skal vera. Eitt LÍV uttan veruliga løntakaraumboðan og ávirkan, verður tí ikki Lív lagað. Tað tykist at vera greitt fyri øllum pørtum.
Eftirbátar
So skal tað eisini havast í huga, at tað er ikki smávegis av peningi, sum er upp á spæl.
Tað standa ein milliard í tryggingarfelagnum LÍV, umframt tann peningur, sum føroyingar hava í eftirlønarskipanum uttanlands og sum kanska eisini er ein milliard. Sostatt hava føroyingar eftirlønartryggingar fyri tvær milliardir.
Men júst hetta talið vísir, hvussu stórir eftirbátar føroyingar eru á eftirlønarøkinum.
-Skuldu vit havt lutfalsliga líka stóra eftirlønaruppsaringar í Føroyum, sum danir hava, skuldu føroyingar havt 13 milliardir í eftirlønartryggingum.
-Harafturat skal havast í huga, at danir meta nú, at teirra uppsparing til eftirlønir er í minna lagi. So hóast flestu danir rinda 15% av lønunum í eftirlønarskipanir, halda danir, at tað rættasta hevði verið at goldið eini 18-20%, um tað skal bera til at tryggja løntakarum eina líkinda eftirløn.
Sostatt er tað skilligt, at í Føroyum er heilt langt á mál, áðrenn okkara eftirlønirskipanir eru fingnar upp á eitt nøktandi støði.
Men tað er als ongin ivi um, at tey ógreiðu ognarviðurskiftini hjá LÍV er ein stór forðing fyri at rættilig gongd kemur á at tekna eftirlønir í Føroyum, tí enn eru tað alt ov mong, sum hava ov vánaligar skipanir.
Tá ið tryggingartakararnir fáa tað ávirkan, verður tað munandi lætttari at fáa tey feløg við limum, sum hava tryggingar í LÍV, at draga somu línu og at savnast um LÍV, so at rættilig gongd kemur á at tekna eftirlønir, siga Jógvan Mørkøre og Andrias Ziska.
Tá fáast teir ikki at gera, so leingi ognarviðurskiftini eru ógreið og tí hevur landsstýrið uttan iva eisini stóran áhuga í at fáa hetta málið loyst.
-Tað er ein sannroynd, at vit eru eftirbátur so tað munar á eftirlønarøkinum, tí tað eru framvegis alt ov nógvir føroyingar, sum ikki hava nøktandi eftirløn. Og fyri hvørt ár sum gongur, uttan at verulig gongd kemur á, veksur trupulleikin.