VIDEO: Áki og liðfelagarnir tóku ikki av

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Ranheim-Start Kristiansand 0-1 (0-0)

Áki D. Samuelsen og liðfelagarnir í Ranheim fingu í kvøld ein kjaftfisk stutt undan dystarloki. 

 

Ranheim tapti á heimavølli á EXTRA Arena leikvøllinum 0-1 fyri gamla liðnum hjá Toda Jónsson, Start Kristiansand. Start skoraði sigursmálið beint áðrenn vanliga leiktíðin var farin. Ranheim hevði meira spæl og fleiri royndir á málið enn Start, men tað var útiliðið sum tók av og fór við øllum trimum stigunum. 

 

Aftaná 11 dystir er Ranheim á sjeynda plássinum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini við 16 stigum.

 

Longu leygardagin klokkan 15 hevur Ranheim aftur heimadyst. Tá kemur oddaliðið, Lillestrøm á vitjan.

 

HER síggjast hæddarpunktini frá dystinum Ranheim-Start Kristiansand 0-1 (0-0). Á upptøkuni sæst Áki royna seg við skotum útifrá, og hann sæst eisini leggja upp til góðan málmøguleika:

 

##med2##