Nýggja EB-húsið stendur nú reist á Eiði

Húsið skal í høvuðsheitum hýsa Eiðis Bóltfelag, men samstundis skal uppíbygningurin eisini verða til gagns fyri allar borgarar í kommununi

 

 

Martin Kristoffur Kristiansen hevur lagt ein greinastubba út á heimasíðuna hjá Eiðis kommunu í dag - við myndum hjá sær sjálvum og myndum hjá Fróða R. Petersen.

 

Her verður víst á, at í gjár, týsdagin hin 17. juni, varð uppíbygningurin til ítróttahøllina á Eiði reistur, og Merkið varð vundið í húnar hátt.

 

- Hátíðarhaldið byrjaði klokkan 16, har møguleiki var hjá áhugaum at síggja húsini og fáa eina rundvísing. Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu, segði nøkur orð, og síðan varð bjóðað til smyrjibreyð, vinarbreyð og annað gott.

 

Húsið skal í høvuðsheitum hýsa Eiðis Bóltfelag, men samstundis skal uppíbygningurin verða til gagns fyri allar borgarar í kommununi.

 

Tað er lokala byggifyritøkan, Hammersmíð, sum stendur fyri arbeiðnum.

 

- Arbeiðið hevur gingið væl, og eftir ætlan skal partur av húsinum verða klárur at taka í nýtslu, tá hondbólturin byrjar aftur næsta vetur, siga tey í Eiðis kommunu í dag.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##