Fer nakar at vinna?

?Tykkara tryggleiki er ikki í hendrunum á Kerry, Bush ella al-Qaeda. Tryggleikin hjá tykkum er á hondunum hjá tykkum sjálvum?
Osama bin Laden, 29. oktober til fólkið í USA.

Bert fýra dagar áðrenn amerikanarnir skuldi velja sendi al-Qaedaleiðarin Osama bin Laden eina videorøðu um støðuna í heiminum, um USA og valbardagan. Kerrytilhangarar vóru bangnir fyri at hetta fór at ræða amerikanarnar til at velja Bush. Í veruleikanum er ikki so stórur munur um forsetin í USA eitur Kerry ella Bush. Kerry stuðlaði eisini innrásini í Irak at byrja við. Hann er samdur við Bush um Ísrael-Palæstina stríðið o.s.fr. Munurin á Kerry og Bush er kanska mest sjónligur tá vit hoyra Kerry lova at vilja samarbeiða við Evropa og við lond í altjóða høpi.

Í 2000 vann George W. Bush við 537 atkvøðum í Florida. Seinast vóru tað 105 milliónir fólk av 280 milliónum, ið atkvøddu, men 537 fólk av teimum seks milliónunum í Florida avgjørdu valið, sjálvt um Al Gore í øllum USA fekk meiri enn eina hálva millión atkvøður. Ta_ var ein gøla at Hægstirættur, við meirilutanum 5-4, skuldi avgera at tey í Flordia skuldu gevast at telja atkvøður
Demokratarnir hava funnist harðliga at Bush og Irakkrígginum fyri at hava skapt spjaðing. Amerikanskir kritikarar sum serfrøðingurin í uttanríkispolitikki Charles Kupchan meina, at uttanríkispolitikkurin tey seinastu fýra árini hevur skapt misálit millum USA og restina av heiminum. Serliga politikarar í Evropa finnast at, at USA í dag gongur egnar leiðir í dag og ikki vil stuðla ST, Kyotoavtaluna, altjóða kríggsbrotsmannadómstólin í Haag. Bush brúkti í seinna sjónvarpskjakinum støðuna og valið í Afganistan sum eitt ítøkiligt úrslit av væleydnaðum uttanríkispolitikki.

Gud og eg
Bush er ein av teim mest konservativu forsetunum í amerikanskari søgu. Hann er móti fosturtøku, er sera kristin og vil ikki hava at samkynt skullu kunna gifta seg. Hann hevur eisini givið teim ríku stóran skattalætta. Hetta hata demokratar hann fyri, meðan kristin og høgravend júst velja hann, tí hann altíð tosar um Gud og kristin virði, sigur Tom Buk-Sweinty frá New York í Weekendavisen. Men sannleikin er at bæði Bush og Kerry kappast at tosa um Gud og um kristindóm.
Í Politiken skrivar Peter Steinfels, at kanningar vísa, at amerikanarar, ið javnan ganga í kirkju oftari velja republikanskt enn demokratiskt. Í USA tosa serfrøðingar um eina trúðargjógv og um at amerikanarar ?velja sum teir biðja?. Tað er møguliga tí, at Bush so ofta hevur drigið Gud inn í sínar røður.
Alt er ikki svart og hvítt, tí sjálvt um Bush er konservativur, so hevur hann eisini framt ein nýggjan politikk, ið hann hevur kallað ?no child left behind?, ið skal betra um skúlaviðurskifti í USA. Hann hevur eisini hjálpt teimum eldru við sjúkatryggingum, ið hevur økt um undirskotið á Fíggjarlógini. Hetta meta viðmerkjarar kemur at skapa stríð millum republikanarnar seinni, tí teir eru sum konservativir áhugaðir í at minka um leiklutin hjá tí almenna.

Heimsvaldið
Tey, ið eru uppvaksin í 1970inum, 1980inum og í 1990inum eru meiri ávirkað av USA enn nakað ættarlið undan teimum, sjálvt um lærarar hava ávara móti ?amerikansku støðuni?. Í 20. øld. fóru amerikanarar til Evropa fyri at finna teirra røtur. Í dag er neyðugt hjá okkum evropearum at fara til USA at finna okkara røtur, M&M, Tarantino og Hollywood hava sum Modonna og Michael Jackson sigra. Vit kenna helst øll amerikanska lágmentan; men kanska ikki so væl t.d. amerikanska yrking í 20. øld, independent film, ella nýggjari amerikanska list, sum vit eru uppvaksin við, t.d. Dallas, M.A.S.H., Elvis, Coca-Cola, Bay Watch, McDonalds og aðrar amerikanskar dreymar, sveiptir í plastikk. Tey flestu kenna øll hesi fyribrigdi eg nevndi, ið eru partar av amerikanskari og evropeiskari mentan í dag. Tað eru tó ikki nógv sum vita at tað er í USA at heimsins fremsta granskingarumhvørvi finnast.
Tey vinstravendu eru enn svøk inn á USA tí landið frá 1950inum til 1980ini royndi at steðga kommunistiskum kollveltingum, ið beinleiðis vóru stuðlaðar av USSR, sum t.d. kollveltingin á Kuba. Tey hugsaðu ikki um at Sovjetsamveldið hevði lagt seg á ein stóran part av Evropa og var eins imperialistiskt sum Evropa var í 1800talinum.
Øki í USA eru fjølbroytt og fleirmenta_ð Tí velja fólk í stóra landinum ikki eins. Býir sum New York, Los Angeles, San Francisco, Chicago, New Orleans og øki í Suðurstatunum, á Vesturstrondini og í minni mun á Eysturstrondini eru fullir av ymiskum mentanum, ið liva saman, ella hvør sær, men í relativari semju. Hvør størri býur í USA hevur eitt Chinatown, eitt Little Korea, svartar og italskar býarpartar. Hesi økini velja oftani Kerry. Tey sum búgva í stóra Midvest og í fjallastatunum velja Bush.

Amerikanskar ikonir
Seinast eg var í USA gekk eg spakuliga egnar leiðir í hesum stóru býum. Fór inn í onkran plátuhandil ella í onkran bókahandil og varð sitandi í einar fýra tímar. Ella eg fór á café, har eg sat og las og skrivaði í tímar. Í USA kann ein fara »í bókahandil« sum onnur fara »í biograf«; har kanst tú keypa kaffi, meðan tú blaðar í stórum »coffe table books« fyri 70$, ið tær ikki nýtist keypa.
Har sat eg mangan og las um søgu, býin, politikk og ikki minst lærdi tónan í amerikanskum býarlívi. Amerikanskir býir eru oftani spenanndi, tí teir eru so ljótir, tað er rúm fyri tí hetrogena og fjølbroytta í stórb_unum í USA. Í Danmark er alt eins, fólk eru eins, og ikki minst eins keðilig. Kanska skapar hetta semjur og ger vælferðasamfelagið til ein veruleika, men prísurin er at vit í Norðanlondum ikki hava tey nógvu fólkasløgini og fjølbroytni, ið er í USA.
Ongantíð hevur eitt heimsveldið haft so nógv vald sum USA og hevur størri ávirkan á heimin. Ikki bert amerikanskur uttanríkispolitikkur hevur ein avgerðandi leiklut í heiminum í dag, men amerikanskur lívsstílur ávirkar fólk um allan heimin í dag. Nógv kenna seg hóttan av hesum og í ekstremum førum vilja tey hevna seg við ágangi.