Tvey ferðsluóhapp fyrr í mánaðinum noyddu í gjár amerikanska handilsmálaráðharran, John Bryson, at leggja frá sær.
Løgreglan í Kalifornia sigur, at John Bryson var uppi í tveimum ferðsluóhappum har tann 9. juni, og sum sambært ráðstovuni stóðust av, at hann hevði fingið krampa. Løgreglan sigur, at Bryson rendi fyrst á ein bil, sum stóð stillur í býnum San Gabriel, og at hann seinni sama dag rendi á ein bil í býnum Rosemead. Í báðum førum fór hann avstað, áðrenn løgreglan kom.
Eingin fekk skaða í teimum báðum óhappunum, men John Bryson sigur, at tað, sum er hent, er ov tyngjandi og kann órógva arbeiðið í handilsmálaráðnum. Tí hevur hann gjørt av at fara frá.
Tann 68 ára gamli Bryson tók við starvinum sum handilsmálaráðharri í fjør, tá undanmaðurin, Gary Locke, varð tilnevndur amerikanskur sendiharri í Kina.