Festivalur av teimum frægu

Nú Føroya størsta tónleikatiltak er av, ber til at staðfesta, at festivalurin var av teimum frægu, hóast skráin kanska ikki stóð mát við tað, fyriskipararnir hava syrgt fyri fyrr

Ein festivalur er ikki bara tað, ið stendur á skránni. Ein festivalur er heildar upplivingin og tað er her, at ársins útgáva av Summarfestivalinum vísir sítt veruliga virði. Festivalurin í Klaksvík er væl fyriskipaður í enda í annan. Fyrireikararnir vístu áræði og neyðuga dirvi longu áðrenn festivalurin byrjaði, tá teir avráddu at flyta konsertirnar við glóð og Frændur frá Flagstjaldinum og út á stóra pallin á Vágsbøi.

Ein djørv men skilagóð avgerð, tí sum annar av ummælarum okkara skrivar, so var tað »... ivaleyst gott, at hon varð flutt, tí tónleikurin, ið Glóð spælir, hevur brúk fyri einum stórum anleggi og nógvum plássi, soleiðis at alt ljóðið ikki dettur saman«. Og so kunnu vit bara ímynda okkum hvat fyri antiklimaks tað hevði verið, um Frændur hevði spælt innanfyri hvítu tjaldsdúkarnar, meðan Vágsbøur stóð grønur og klárur, himmalin bláur og opin. Hattin av fyri hesari avgerðini!

Somuleiðis er tað frískt av fyriskiparunum at skipa soleiðis fyri, at OL-finalan í 1500 metra frí svimjing ætlandi skuldi vísast á Vágsbøi, um Pál kom í finaluna. Eitt gott hugskot, sum vísir, at pláss er fyri øllum góðum hugskotum á skránni. Tískil var tað næstan tragikomiskt, at Pál ikki megnaði at gera tað, tey flestu høvdu vónað og væntað, og Summarfestivalurin anno 2012 sostatt heldur ikki slapp undan avboðum og avlýsingum.


Frálíkar upplivingar

Ársins skrá hevur verið vend og viðgjørd av mongum. Annar ummælari okkara heldur, at skráin kanska er tann vánaligasta nakrantíð. Onnur halda tað vera eitt bragd av fyriskiparunum, at teir hava fingið eina heimsstjørnu sum Ronan Keating til Føroya.

Men uttan mun til hvat sigast kann um sjálva skránna, so vórðu tað nakrar frálíkar upplivingar, sum fleiri av bólkunum borðreiddu við. Tað var hugaligt at síggja glóð spæla sína bara næstu konsert, Swangah Dangah spílaðu seg út og høvdu trummur og mixmaster á pallinum, Tinganest skaptu eina intima og sera hugnaliga løtu í ótrúliga ósexutta tjaldinum, einans 11 ára gamla Súsanna Kjærbæk Poulsen bergtók á FT pallinum, Kular Røtur vóru so kul, sum bara tey einaferð kunnu vera og so var tað Russ Taff, sum við føroysku tónleikarunum aftrat sær syrgdi fyri eini sannari perlu.


Enn hevur Summarfestivalurin als ikki sama tjaldingarmentan sum G!, men kampingvognabýurin er ein fantastiska hugnalig uppliving. Silvalandið og øll hini tilboðini til børnini gera eisini, at Summarfestivalurin er fyri øll.

Aftrat hesum var tað hugaligt at royna mongu mattilboðini. Á G! var tað ein og sami útbjóðari av mati, men á Summarfestivalinum var pláss fyri fleiri veitarum – tað var gott!

Summarfestivalurin riggaði. Skráin var ikki eins spennandi og áður, men teir bólkarnir, sum framførdu, gjørdu í næstan øllum førum sera gott. Tí var eisini talan um ein góðan festival, har góða veðrið eisini gjørdi sítt til, at heildarupplivingin varð góð.