Filmur um Havnina ókeypis í hvørt hús

Tórshavnar kommuna hevur gjørt sáttmála við filmsfyritøkuna Substanz Film at gera ein DVD film um Havnina í 100 ár skrivar www.torshavn.fo

Eins og í filmunum ?Føroyskar Søgur? er talan um tilfar frá privatum fólki. Hópurin av tilfari er longu savnaður, men sóknast verður eftir nýggjari upptøkum, t.e. frá seinastu 20-30 árunum úr Tórshavnar kommunu.

Lidni filmurin um Havnina verður borin í hvørt hús í Tórshavnar kommunu 16. juni 2009. Filmurin verður ikki søluvøra, men er 100 ára gáva til allar borgarar í kommununi.

Á myndini sæst stjórin í Substanz Film, Troels Uhrbrand Rasmussen, sum saman við Heðini Mortensen borgarstjóra greiddi frá ætlanini á tíðindafundi fríggjadagin.

Filmsbrot úr ætlanini síggjast á nýggju heimasíðuni www.torshavn100.fo