Hetta upplýsir ísraelska sjúkraflutningstænastan Magen David Adom í einum uppslagi á X.
Tey deyðu eru ein maður í 50-unum, tríggir menn í 30-unum og ein miðaldrandi kvinna.
Skottilburðurin fór fram við vegamótið Ramot, sum liggur í ísraelskt hersetta økinum í Eysturjerusalem.
Sambært einari ísraelskari sjónvarpsstøð fóru gerningsmenn inn í ein buss og skutu eftir ferðafólkunum, skrivar The Times of Israel.
Teir vórðu seinni báðir skotin og dripnir av einum trygdarvørði og einum sivilum.
Sambært tíðindastovuni Reuters kallar Hamas gerningsmenninar palestinskar "mótstøðustríðsmenn".
/Ritzau/