Fimm frystilínuskip fiska í íslendskum sjógvi

Um útlitini til útróður teir næstu dagarnar, verður sagt, at streymurin er góður, og veðrið verður hampiligt

Í løtuni fiska fimm frystilínuskip í íslendskum sjógvi, og tvey frystilínuskip fiska undir Føroyum.

 

- Okkurt frystilínuskip landar hesa vikuna, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Ísfiskalínuskipið, ið er tað einasta, sum er eftir í vinnu, er júst byrjað túr norðanfyri. Teir fáa mest av toski og hýsu.

 

Um útlitini til útróður teir næstu dagarnar, verður sagt, at streymurin er góður, og veðrið verður hampiligt.

 

- So, vit vænta nakað av útróðri, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.