Hóast vánaligar umstøður, so royndu NSÍ og B36 at spæla nakað, sum líktist einum góðum fótbóltsdysti við Løkin í Runavík sunnudagin.
Vindurin var nógvur, og tó at Svangaskarð lívdi nakað fyri vestanættini, so var kanska frygtandi, at talan fór at verða um ein av teimum dystunum, har liðini bara sparkaðu undan ella ímóti vindinum, heldur enn at spæla.
Miðvøllurin avgerandi
Men tíbetur var hetta ikki tað, sum hendi. Frá fyrsta bríksli tóktist tað hinvegin, sum um liðini bæði royndu at halda bóltinum á jørðini í mest møguligan mun. Og hartil var eisini greitt, at bæði liðini løgdu nógv fyri í royndunum at vinna. Gestirinir, tí teir við einum sigri møguliga kundu leggja seg á odda, og í øllum førum halda fast í møguleikanum fyri gullinum. Heimaliðið, tí teir framvegis jagstra møguleikan fyri altjóða bólti komandi ár, og ikki minst tí eitt møguligt gullmerki til B36 nærum er tað ringasta, sum kann henda fyri NSÍ í so máta. Hetta tí tað tá verður GÍ, sum fær UEFA-plássið í steypakappingini, og tí eitt triðja pláss tá bert gevur Toto-bólt, meðan eitt fjórða pláss ikki gevur nakað sum helst.
Og tað vóru kanska eisini runavíkignarnir, sum trýstu meira fyrstu løtuna. Sum vant, so royndu teir at spjaða bóltin út í síðurnar, har ferðmiklu spælararnir so skuldu syrgja fyri neyðugu innleggunum. Men tað var tó skjótt, at B36 fekk rætta takið á teimum her. Ikki minst tí teir í Allan Mørkøre og Sverrir Kjærbo høvdu tveir sera væl upplagdar bakkar, og so tóktist kompakti trý-manna miðvøllurin hjá gestunum eisini at fanga fleiri bóltar enn tann hjá runavíkingunum.
Serliga viðvirkaði hetta seinasta til, at spælið hjá havnarliðnum tóktist væl meira skipað fyrstu trý korterini. Spakuliga eydnaðist eisini at fáa alt fleiri gjøgnumbrot í lag, og tað lá líkasum í luftini, at skuldi eitt mál koma, so blivu tað nokk gestirnir, sum fingu hetta.
Og soleiðis varð eisini, men tá hetta kom, so mundu gestirnir tó iðra seg um mistøkini, sum førdu til hetta. Eitt innkast til NSÍ varð tikið dekan ov skjótt, og meðan runavíkingar vóru á veg fram, eydnaðist Niels Joensen at fáa fatur á bóltinum. Hann sendi alt fyri eitt John Petersen avstað, og eftir at hann hevði strítt seg framvið Messias, sendi hann flatt til Jákup á Borg, sum við einum sera knøppum skoti avgreiddi í málið.
Og restina av hálvleikinum, so var tað sum um, at hetta málið hevði skilt partarnar. Soleiðis at skilja at B36 nú fekk nógv betri frið yvir sítt spæl. Teir høvdu tol at lata bóltin koyra runt, og tó at tað ikki gjørdist talan um so øgiligar møguleikar, so megnaðu teir at halda NSÍ mest sum heilt burtur frá slíkum. Einasta undantakið var, tá Jónstein Petersen úr 30 metrum smekkaði til undan vindinum, men í evstu løtu fekk verjuleikari ruddað, eftir at Tróndur Vatnhamar bert fekk hálvbjargað skotinum.
Góvu tað seinasta
Við vindinum í rygginum seinastu trý korterini var kanska væntandi, at B36 nú fór at seta seg á dystin, men soleiðis gjørdist ikki. Als ikki.
Runavíkingar mundu í steðginum hava gjørt upp við seg sjálvar, at hetta var teirra seinasti møguleiki, og tí tóktust teir nú offra alt. Við einum uppskrúvaðum tempospælið bleiv bólturin mest sum trýstur niðan eftir vøllinum, og fleiri ferðir vóru gestirnir um ein háls av ágangani vespunum. Hartil framdi B36 nú eina deyðssynd, tá teir løgdu seg alt ov langt aftur á vøllin. Ivalest í eini roynd at halda NSÍ frá alt ov nógvum møguleikum, men ein avleiðing varð í øllum førum, at gestirnir nú í alt ov lítlan mun megnaðu at spæla seg undan trýstinum.
Fleiri ferðir lógu runavíkingarnir framvið, og eftir eitt hornaspark fekk NSÍ eisini løn fyri stríðið. Bólturin varð sendur tætt undir málið, og tó at fleiri mans royndu at beina vandan burtur, so endaði alt við, at Sjúrður Jacobsen fekk pilkað bóltin inn, og so kom av álvara lív í mongu áskoðararnar, sum høvdu treiskast veðrinum.
Og tað hevði neyvan verið heilt forgjørt, um NSÍ eisini fekk sigursmálið. Nærmast vóru teir við, tá Karsten From fekk bóltin framvið Trónda Vatnhamar, men Pól Thorsteinsson hevði sæð vandan og fekk sparkað burtur, áðrenn bólturin hoppaði inn.
Og so bleiv tað ístaðin B36, sum avgjørdi. Eftir eitt av fáu gjøgnumspældu álopunum í seinna hálvleiki royndi John Petersen seg við einum skoti. Jens Martin fekk bjargað út til horna, men tá hetta varð sent innfyri, var landsliðsmálverjin prísgivin. Við nærmaru stong var Jens Kristian Hansen hægstur, og við einum hørðum stútara fann hann vegin fram til meskarnar, og so var fagnaðurin á hvítu monnunum stórur.
Nakrir minuttir vóru enn eftir at spæla, men tað var tó, sum um krútið hjá NSÍ var uppbrúkt, og so kundu bæði leikarar og viðhaldsfólk hjá B36 fagnast, meðan heimafólkið bara mátti ásanna, at tað heldur ikki skuldi vera í ár, at NSÍ vann seg heilt upp á fremstu rók.
Mental yvirvág
Og tá alt kemur til alt, so hevur NSÍ heldur ikki havt neyðugu styrkina til at leggja seg heilt í oddin. Liðið hevur seinnu árini ment seg til eitt av teimum fremstu í landinum, og tað er neyvan nakar, sum ivast í fótbóltsligu dygdunum hjá liðnum.
Størsti trupulleikin tykist heldur ikki vera hesar, men harafturímóti sálarliga styrkin hjá liðnum. Skulu gullmerki vinnast, so hendir hetta ikki uttan so, at leikararnir eisini sálarliga er førir fyri tí. Eitt hugtak, sum at »tora at vera best« er nærliggjandi at taka til í hesum, og helst er tað her, at trupulleikin er. Í teimum dystum, har tað veruliga hevur staðið nakað upp á spæl, hava runavíkingarnir mest sum hvørja ferð verið ov stuttir, og at bara tvey stig eru fingin til høldar móti hinum trimum oddaliðunum merkist, tá støðan verður gjørd upp.
Her tykist støðan hjá B36 vera júst hin øvugta. Størstu trupulleikarnir hjá liðnum hava verið móti teimum á pappírinum veikaru liðunum. Kanska eitt tekin um, at menninir ikki duga at seta seg nóg væl upp til hesar dystir, og eisini nakað, sum hevur fingið fólk at tosa um eina mettu millum mongu stjørnunøvnini. Hinvegin hevur liðið staðið sera sterkt í »stóru« dystunum. Tá teir vóru um at dragna í fyrru hálvu, vann liðið sjey dystir upp í slag, og eftir eina vánaliga byrjan upp á seinnu hálvu tykist gongdin nú aftur vera hin sama. Hetta er í øllum førum nakað, sum ber boð um mentala styrki. Og ikki minst, so tykjast teir royndu spælararnir at finna sítt besta fram, tá mest stendur á. Eitt nú John Petersen, sum neyvan hevur arbeitt meira enn tað sama, meðan Allan Mørkøre, Pól Thorsteinsson og Jens Kristian Hansen allir vóru við í tí allar mesta av tí, sum B36 sýndi.
Um hetta er nóg mikið til gull, fer bert tíðin at vísa, men í øllum førum hevur B36 enn møguleikan at gera hetta av. Og avgerðin kundi neyvan verið betri løgd til rættis í so máta. Slagið um Havnina verður nevnliga eisini slagið um gullið, har vinnarin stendur við øllum trumfunum. Uttan iva ein sannur gloypibiti fyri tey, sum ynskja dramatikk og spenning, og so plagar veðrið í Gundadali eisini at vera gott, tá grannauppgerðirnar eru á skránni.