Aftur í gjár gjørdi løgreglan umfatandi ferðslukanningar. Hesa ferð var tað Miðvágur, sum stóð fyri tørni. Í hesum sambandi var løgreglan á Jatnavegi, sum er høvuðsvegurin ígjøgnum Miðvág.
Har vórðu 180 bilar steðgaðir og kannaðir, og úrslitið var at 31 bilførarar fingu bót. Tað kom eitt sindur óvart á løgregluna, at tað vóru fleiri bilførarar, sum fingu bót tí at teir ikki høvdu koyrikortið uppi á sær. Og so var onkur útlendingur, sum ikki hevði býtt sítt útlendska koyrikort um við eitt føroyskt koyrikort.
Annars fingu nakrir bilførarar bót fyri at teir ikki sótu í trygdarbelti og tað vóru eisini onkrir bilførarar, sum fingu bæði 1500 krónur í bót, og klipp tí teir høvdu børn í bilinum, uttan at tryggja sær, at tey sótu í trygdarbelti.
Men tað er heldur ikki óvanligt, at bilførarar koyra við uppslitnum dekkum, hóast tað er hált og kavi og eisini tað fingu nakrir bilførarar bót fyri.
Tá ið tað er kavi og kalt, er tað eisini eitt krav, at bilførarar skava ís og kava av rútunum, lyktunum og speglunum. Tað høvdu ikki allir bilførararnir gjørt í gjár og tað fáa teir 1000 krónur í bót fyri.
Men serliga dýrt varð hetta hjá einum bilførara. Koyrikortið varð útgingið og tað varð ikki endurnýggjað. Koyrikortið kann vera útgingið fyri aldur, ella tí at bilførarar hava koyrikort í avmarkaða tíð vegna sjúku, ella tí tey taka ávísan heilivág.
Tað kostar 5.000 krónur í bót at koyra við ongum koyrikorti. Men fólk, sum hava serliga lága inntøku, antin tí at tey eru pensjónistar, lesandi, ella okkurt annað, kunnu søkja um at fáa avsláttur.