Tað er nú gritt, at álvarsliga ferðsluóhappi á Kaldbaksvegnum seinnapartin leygardagin, elvdi ikki til álvarsligan mannaskaða.
Løgreglan sigur, at óhappið hendi tá ið ein seyður leyp á vegin, og ein bilur mátti bremsa harðliga fyri ikki at koyra á hann.
Les eisini: Álvarsligt ferðsluóhapp á Kaldbaksvegnum
Ein bilur, sum kom aftanfyri, steðgaði eisini, men ein triði bilur, sum aftur kom aftaná, kláraði ikki at steðga.
Tað elvdi til ein harmonikasamanstoyt, har allir tríggir bilarnir fingu skaða.
Løgregla, bjargingarlið og sjúkrabilar vórðu boðsend. Tilsamans vóru fimm fólk í teimum trimum bilunum, og løgreglan sigur, at trý av teimum vórðu flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar, tí tey gramdu seg um pínu í rygginum og í nakkanum.
Les eisini: Trý fólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp
Í sambandi við ferðsluóhappið var Kaldbaksvegurin stongdur eina góða løtu seinnapartin.
Men løgreglan sigur, at tey høvdu ikki fingið álvarsligan skaða. Løgreglan hevur avhoyrt fólkini í gjár og tey siga, at nú tað spældi væl av, verður ikki meiri gjørt við tað.
Niðanfyri eru fleiri myndir, Dávur Winther hevur tikið av kringumstøðunum, aftan á at ferðsluóhappið var hent.