Finka gjørdist besta skúlabók í Evropa

Marianna Skarðenni Poulsen hevur vunnið BELMA virðisløn fyri bestu skúlabók í Evropa

Seinnapartin í gjár gjørdist greitt, at føroyska skúlabókin "Finka" er besta skúlabók í Evropa.

Tað er Marianna Skarðenni Poulsen, sum er høvundur handan bókina, sum vann kappingina "Best European Learning Materials Awards", stytt BELMA. Kathrina Skarðsá hevur prýtt bókina við tekningum, og forlagið er NÀM.

Trettan bøkur, har málbólkurin er tey 8-10 ára gomlu, vórðu frammanundan valdar at kappast um heiðurin.

Christoph Bläsi úr Mainz í Týsklandi greiddi síðan frá um teir fýra bólkarnar undir yvirskriftini ”The BELMA principles - how to win a BELMA”.

Byrjað var við bólki fýra og so varð talt niður til bólk eitt og at enda varð ein serlig virðisløn.

8 manna dómsnevndin, sum valdi føroysku bókina ”Finka” at verða bestu bók í bólki tvey, varð sett saman av hesum fólkum: Helga Holtkamp, Christoph Bläsi, Jean-Claude Lasnier, Eva Maagerø, James McCall, Jaan Mikk, Julieta Savova og Diana Kali.

Handanin av virðislønina varð stroymd beinleiðis í hølunum hjá Námi við Hoyvíksvegin, og Eyðun Gaard, stjóri í Námi, bar fram talu í sambandi við virðislønina.

– Stóra takk fyri øll somul. Tit hava gjørt alt arbeiðið og eiga æruna av, at vit í dag kunna kalla okkum besta undirvísingarforlag í Evropa, segði Eyðun Gaard um øll tey, ið onkursvegna hava tikið lut í bókini.

– Tað ræður um at hugsa stórt, og tað er ongin grund fyri ikki at gera tað. Mín dreymur er, at londini rundan um okkum og longur úti í verð, fáa eyguni upp fyri, at vit í Føroyum eru í fremstu røð í heimunum, tá um undirvísing ræður, og koma hendanvegin at leita sær íblástur, tí at vit eru best, og vit megna tað. Vit hava víst tað á ítróttarøkinum í fleiri umførum. Nú seinast sunnudagin, tá vit fingu ein evropameistara í rógving, og í dag eru vit í Námi evropameistarar í at gera undirvísingartilfar, segði Eyðun Gaard, stjóri í Námi.