Eftir áheitan frá stjórnini hongur finsla flaggið á hálvari stong um alt landið í dag
Finnland er merkt av sorg dagin eftir skottilburðin, tá ein 18 ára gamal skúlanæmingur drap seks av sínum skúlafeløgum, eina heilsusystur, skúlastjóran og at enda seg sjálvan.
Stjórnin í Helsinki heitti í gjárkvøldið á finska fólkið um at minnast tey deyðu við at flagga á hálvari swtong í dag, og longu í morgun vóru nógv fløgg at síggja um alt landið.
Jokelaskúlin í Tusby er stongdur í dag og letur ikki upp aftur fyrr enn í næstu viku. Í kvøld verður minningarhald í býnum.