Ársins fyrsti FM kappróður er í dag í Klaksvík, har líkindini at rógva eru góð. Hann hevur verið lágur í ættini og harvið eitt lítið lot ímóti, og nú er hann meiri vestligur.
Tað eru so nógvir bátar í barnaróðrinum, at tað er neyðugt við tveimum riðlum bæði hjá dreingjum og gentum.
Nú er fianluróðurin í barnaróðrinum hjá dreingjum av, og tað var Fípan Fagra úr Klaksvík, sum legði seg á odda beinanvegin og vann. Fípan vann frammanfyri Royndina Fríðu úr Vági, sum var í kapping um næstfremsta plássið við Flógvan av Eiði. Flógvin av Eiði er Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði, sum er leigaður norður til Eiðis.
|
1 |
Fípan Fagra (KRF) |
02:48.17 |
+00.00 |
7 | ||
|
2 |
Royndin Fríða (VK) |
02:50.05 |
+01.88 |
6 | ||
|
3 |
Flógvin (ERF) |
02:52.24 |
+04.07 |
5 | ||
|
4 |
Tambar (RK) |
02:56.30 |
+08.13 |
4 | ||
|
5 |
|
Havørnin (SÍF) |
02:57.32 |
+09.15 |
3 | |
|
6 |
Knúkur (TIND) |
03:05.33 |
+17.16 |
2 | ||
|
7 |
Rókurin (MR) |
03:06.19 |
+18.02 |
1 | ||
|
8 |
Sævarmoy (KRF) |
03:08.26 |
+20.09 |
0 | ||
|
9 |
Kambur (KÍF) |
03:13.44 |
+25.27 |
0 | ||
|
10 |
Dúgvan (SR) |
03:14.42 |
+26.25 |
0 |
rsf.fo











