Firvaldur av Tvøroyri hevur seinnu árini verið sera stinnur í kappingini millum 5-mannafør við gentum.
Í kappingini millum 5-mannafør við gentum í barnaróðrinum á norðoyastevnu var Firvaldur fremstur, og harvið vísir tað seg, at tær av Tvøroyri eisini í ár fara at seta dám á – í hvussu so er í barnaróðrinum.
Firvaldur var meiri enn fýra sekund undan Frúnni úr Miðvági, sum var eina hálva bátslongd undan Knúki. Ingibjørg og Ørnin vóru í ógvuliga tættari kapping um fjórða plássið.
1 Firvaldur 02.41.01
2 Frúgvin 02.45.28
3 Knúkur 02.47.06
4 Ingibjørg 02.49.10
5 Ørnin 02.49.38
6 Havørnin 02.57.16
7 Tambar 02.59.22