Fiskaskræða og grót eru luksus vørur í Knightsbridge

Íslendsku hjúnini Magnus og Dagmar hava í handlinum Design Center Knightsbridge víst á, at til ber at hugsa nýtt innan útflutningsvinnuna, í teirra lítla handli í einum av fínastu grannaløgunum í London selja tey íslendskt luksus til bretar, amerikumenn og arabarar.

Mitt í sera fína býarpartinum í London, Knightsbridge liggur lítli íslendski handilin Design Center Knightsbridge, eini fittlig handilshøli í tveimum hæddum, á tremur við luksusvørum og listaverkum. Tað eru hjúnini Magnus og Dagmar, ið eiga og reka handilin, ið lat upp fyri einum góðum ári síðan, og sambært hjúnunum gongur væl, og ein støðugur vøkstur í søluni boðar frá, at handilin í longdini fer at bera seg.
Design Center Knightsbridge var mánakvøldið í farnu viku karmur um samkomu fyri føroysku luttakararnar á ráðstevnuni “At fóta sær í Lodon”, orsøkin til at júst hesin handil var karmur fyrstu samkomuna í London, var ikki trupul at skilja. Handilin er dømið um áræðið og nýhugsan, og um nakað heilt serligt íslendskt, ið hevur megnað at fóta sær í London.
Í einum grannalagið har íbúðirnar ofta kostað £4-5 milliónir, er tað djarvt bara at seta seg fyri eini húsaleigu. Men Knightsbridge Design Center er ein djørv verkætlan. Handilin selur listaverk, møblar, prýðislutir og mangt annað. Her er ikki talan um hópframleiðlsu, men um heilt serligar lutir. M.a. hevur handilin eitt stórt úrvæl av møblum og øðrum lutum, ið eru klæddir við fiskaskræðu. Her vóru sofur og stólar, men eisini lyklaringar, taskur og annað tílíkt.
Magnus greiddi frá, at ætlanin handan handilin var at bjóða góðsku handverk úr Íslandi til vælbjargaðar keyparar í London. Flestu viðskiftafólkini eru úr grannalagnum, men her koma eisini nógvir ríkir amerikumenn og arabarar á gátt.
Magnus hevur royndir sum sølumaður av tólum til flakavirkir í Íslandi, meðan konan hevur arbeitt við listavinnuni í Íslandi. Magnus er hálvur onglendingur, og tey høvdu hug at flyta til London og byrja henda handil, og so varð gjørt.
Í byrjanini var nærum alt í Design Center Knightsbridge íslendsk framleiðsla men, alt fleiri bretsk listafólk eru sloppin framat. Flestu vørurnar í handlinum eru dýrar, t.d. borðið, ið vit ótu pinnamat av, á prísskeltinum stóð £16.950, borðplátan var gjørt úr sera gomlum træið úr, ið við tíðini var vorðið harðari enn grót.
Fyri fýra mánaðum síðan byrjaðu tey at selja grót. Ein vinmaður Magnusar, skeyt upp, at tey fóru at selja grót, tí pussaðir steinar av ymiskum slagi eru vælumtóktir prýðislutir. Hetta hevur víst seg, at vera ein væl umtókt vøra, og grót í ymiskum støddum, slagi og formi er vorið ein alt størri partur av søluni hjá Desing Center Knightsbridge.
Umframt allar hinar luksusvørurnar var tað eitt, ið fangaði eyguni hjá fleiri av føroyingunum, tað var turri fiskurin, ið tey høvdu til sølu á diskinum.