Um dagarnar kunngjørdi Føroya Skipara-og Navigatøfelag, at semingsstovnurin er komin upp í samráðingarnar um nýggjan sáttmála fyri fiskiskip.
Í dag sigur Føroya Fiskimannafelag, at felagið er ikki í seming. Tí er tað ikki rætt, tá sagt hevur verið, at manningarfeløgini eru í seming.
- Stígur er komin í samráðingarnar millum hini manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag, men Føroya Fiskimannafelag hevur higartil bert havt innleiðandi samráðingar.
Á heimasíðuni hjá Føroya Fiskimannafelag í morgun, sigur felagsformaðurin, Jan Højgaard, soleiðis:
- At stígur er í komin í samráðingarnar millum hini manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag, merkir ikki, at Føroya Fiskimannafelag gevst at samráðast.
Tað merkir, sigur formaðurin, at Føroya Fiskimannafelag er ikki í seming í løtuni.
- Vit hava tó fingið áheitan frá semingsstovninum um at leingja verandi sáttmála til hin 24. apríl, sigur Jan Højgaard í einari fráboðan.
Lesið eisini: Semingsstovnurin er nú boðsendur
https://www.in.fo/news-detail/semingsstovnurin-er-bodsendur-1











