Kaj Leo Johannesen
????????????????????
Tað krevur styrki og hegni at fáa alt at passa saman, soleiðis at Føroyar sum fiskivinnusamfelag, fáa sum mest burturúr tí avmarkaða tilfeinginum, á sjógvi og landi.
Merkingin av orðinum ?fiskivinnupolitikkur?, innan ES - Ísland og Norra o.s.fr., fevnir um alt, líka frá landgrunnunum og heilt til marknaðirnar. Hjá okkum hevur ?fiskivinnupolitikkur? í stóran mun bert fevnt um skipaflotan.
Ynskiligt hevði verið, at havt ein fiskivinnustruktur ella politikk, sum røkkur líka frá fiskigrunnum til marknaðin. Tað er altíð lætt at hyggja í bakspeglið, men tað er fáur í vinnuni ídag, sum ikki er fegin um flestu broytingar innan høvuðsvinnu okkara, sum stóðust av kreppuni, men tað sum gjørt var í 92 og fram eftir vóru fyribils kreditorloysnir ella kreppuloysnir, sum framvegis eru galdandi.
Føroyska fiskivinnan var fram til kreppuna samansett eftir planbúskaparligum leisti, og má tað helst ásannast, at slíkur leistur er deyðadømdur í vesturheiminum í hesum tíðum.
Tað er komin ein nógv betur kapping innan okkara høvuðsvinnu, og eg meini, at vit eru mitt í eini, meir ella minni tilvitaðari prosess, sum endar við at fiskiídnaðurin innan stutta tíð aftur kemur á privatar hendir.
Spurningurin er, um vit ikki áttu at hugt at, hvussu langt er komið ávegis, og síðani hvat veruliga málið er, og hvussu vit náa tí.
Vit hava nátt eina rímiliga góða kapping innan útflutningi og framleiðslu av fiski, partvís við privatum og almennum feløgum, men sjálvandi um vit skulu gera okkum hugsingar um at tilvirka okkara rávøru meira, so krevur tað einki minni enn limaskap í ES, væl at merkja um vit skulu satsa uppá tann marknaðin í framtíðini.
Innan fiskiflotan meini eg, at vit eru komin ógvuliga stutt, sæð við liberalum eygum. Tað stendur í lógini, at fiskiríkidømi er ogn Føroya fólks. Hetta má antin endurskoðast, ella takast burtur úr lógini, tí í praksis er fiskiríkidømi ikki ogn Føroya fólks, um ikki landið hevur rætt at selja fiskidagar til hægstbjóðandi. Tað at oljuríkidømi er ogn Føroya fólks, sær ikki út til at verða nakar trupuleiki. Greiðar reglur eru um treytir at bjóða uppá eitt oljuloyvi, og eingin fær oljuloyvi, uttan eina av landinum ásetta samsýning. Eg havi ringt við at skilja munin ímillum at keypa loyvi at ?fiska/bora eftir olju? og loyvi at ?fiska fisk?. Dagsvirðið av einari tunnu av ráolju er umleið 22 USD. Dagsvirðið av einar tunnu av ráfiski (toski) er umleið 250 USD.
Øll tosa vit um hetta undrið ?frí kapping?. Men tað vísir seg, sum rópt verður varskó, um hetta undrið skuldi rakt onkran, sum t.d. er vardur av einum tillutaðum fiskiloyvi, ella á annan hátt er vardur av eini, eftir mínari meining, ov gamlari planbúskaparligari skipan.
Hvør er munurin at lóggeva at selja fiskidagar gjøgnum uppboðssølu, og at lóggeva at selja fisk gjøgnum uppboðssølu? Eru fiskidagar ikki bara ein annar háttur at gera upp nøgd og virði av fiski uppá?
Síðani verður tosað um, at fólk hava ringt við at skilja, hví tað ikki er meira váðafúsur kapitalur, sum verður settur í høvuðsvinnuna. Spurningurin er, um tað letur seg gera at fáa váðafúsan kapital til fiskivinnuna, soleiðis sum hon nú er skipað.
Hevði høvið at hitta og hava eitt gott langt kjak við menninar, sum løgdu rygg til Caragata álitið. Teir høvdu lætt við at skilja manglandi áhugan í íløguhuginum hjá professjonellum íleggjarum, so leingi fiskivinnan ikki varð greiðari skipað millum privat og alment. Sum onkur hevur sagt er tað í veruleikanum ikki bara kunningardiskurin á flogvøllinum, sum er privatiseraður síðan 92?
Sum sagt, so áttu vit helst at gjørt okkum greitt, hvussu vit fáa fullført prosessina, sum vit eru mitt í, og fingið okkara høvuðsvinnu at virka undir vanligum fríum marknaðarkreftum. Men tað má og skal verða til gagns fyri tað føroyska samfelagið.