Fittari og sunnari í bakarínum

- Eg eri so ómetaliga glað fyri at venja í Tvørmegi. Fólk eru so einastandandi fitt, stuttlig og stuðlandi. Eg skal bara møta upp, restin verður ornað fyri meg, sigur Janni í Homrum, sum elskar einfalda og effektiva venjingarháttin.

 

 

Tað ljóðar næstan sum ein andsøgn, at tú verður fittari og sunnari í bakarínum. Men tað er veruleiki: Føroya einasti góðkendi crossfitdepil er í gamla bakarínum hjá Frants Restorff í Havn. Og limirnir í Tvørmegi hoppa í dag band, gera burpees og fáa pulsin upp, har tey fyrr bakaðu breyð.

Sigmar Mortensen er ein av teimum. 

- Eg verið sunnari kropsliga og sálarliga. Tað ger gerandisdagin betri, sigur Sigmar Mortensen um at venja crossfit í Tvørmegi. Eitt stað, sum fyri hann er meiri enn bara ein venjingarmiðstøð.

- Fyri meg er tað ein klubbur, har øll eru fyrikomandi, og tú følir teg altíð vælkomnan, sigur hann. 

Anita Hermansdóttir Eidesgaard telist eisini millum teirra, sum venur regluliga í Tvørmegi. Hon byrjaði, tí hon vildi lætna. Tað gjørdi hon eisini, men nú er hon bitin av venjingini, sum sambært henni sjálvari er bæði stuttlig og strævin.

- Eg havi eisini fingið ein heilt øðrvísi hugburð til venjing, tí í Tvørmegi snýr tað seg um at hava ein sterkan kropp. Tað er í ordan at vera ein sterk kvinna við málum um at gerast enn sterkari. Eg venji, tí tað gevur mær vælveru. Eg føli meg sterka sálarliga og kropsliga, sigur hon og nevnir eisini meiri yvirskot og betri svøvn sum eitt úrslit av venjingini - venjing við ymiskum rørslum og avbjóðingum, sum eisini passar Tummasi Rubeksen væl:

- Eg venji crossfitt í Tvørmegi, tí tað passar ótrúliga væl til mín. Talan er um liðvenjing undir leiðslu av góðum venjarum. Rørslurnar eru funktionellar, geva góða meining og kunnu altíð tillagast. Fáfongdina lata vit liggja uttanfyri. Í Tvørmegi hevur tú ikki stundir at hyggja eftir hinum ella stúra fyri at síggja býttur út. Og tú merkir á tær, tá tú fert út aftur, at tú ert betri, enn tá tú fór innar, sigur Tummas Rubeksen.

- Oman á tað er tað sosialt, stuttligt og gevur meira orku í gerandisdegnum, leggur Janni í Homrum aftrat.