Týsdagin 25. apríl 2000 er flaggdagur og aftur í ár er tað Havnar Hornorkestur, sum skipar fyri flaggdagshaldi í Havn.
Sum vant verður gingið skrúðgongu frá Nýggja Kommunuskúlagarði við Havnar Hornorkestri og skótum oman á Vaglið, har Ólavur Hátún í ár skal halda flaggdagsrøðuna. Í ár verður eisini ein gestarøðaari, og tað verður Helga Hjørvar, stjóri í Norðurlandahúsinum.
Eins og undanfarin ár verða bæði vanliga lagið til flaggsangin og lagið, sum Gunnar Mikkelsen gjørdi til henda, at hoyra.
Skrúðgongan við skótum og hornorkestri fer úr kommunuskúlagarðinum klokkan 15 og luttakararnir skulu vera í skúlagarðinum í seinasta lagi kl. 14.45.