Fleirfaldaður burgaravinnari vitjar Føroyar

Peter Kolos frá Hungry Dane, sum tríggjar ferðir hevur vunnið heiðurin Danmarks Besti Burgari, fer næstu dagarnar at borðreiða á Streetfood Føroyar.

Fram til hósdagin 20. august fáa føroyingar høvi at royna burgarar frá danska Hungry Dane.

 

Aftan fyri Hungry Dane stendur Peter Kolos, sum kemur til Føroya at borðreiða við nøkrum av burgarunum, ið hava givið matstaðnum fleiri heiðurslønir.

 

Hungry Dane hevur tríggjar ferðir vunnið heiðurin Danmarks Besti Burgari. Á matskránni í Føroyum verður millum annað Dane Royal, sum er serligi eyðkennisburgarin hjá fyritøkuni.

 

Dane Royal varð í 2020 kosin mest nýskapandi burgarin í Danmark.

 

– Vit gleða okkum ómetaliga nógv at vitja Føroyar. Eg havi hoyrt sera nógv gott um føroysku matmentanina og gleði meg til at hitta bæði føroyingar og ferðafólk, sigur Peter Kolos.

 

– Tað verður ein fragd at borðreiða við okkara virðislønta burgara fyri føroyskum gestum, leggur hann afturat.

 

Ruben, eigari av Streetfood Føroyar, fegnast eisini um vitjanina.

 

– Vit eru errin av at kunna bjóða Peter Kolos og Hungry Dane vælkomnum. Hetta er eitt serligt høvi hjá gestum okkara at royna eina av mest virðisløntu burgaraupplivingunum í Danmark, sigur hann.

 

Hungry Dane verður á Streetfood Føroyar í dag, í morgin og hósdagin – frá 18. til 20. august.

 

##med2##

##med3##

##med4##