Fleiri avlýsingar í dag

Strandfaraskip Landsins boða frá fleiri avlýsingum á sjóleiðunum. Siglt verður ikki til Fugloyar og Skúvoyar í dag, og Teistin og Prince steðga at sigla seint seinnapartin

Tað var longu í gjárkvøldið, at Strandferðslan boðaði frá, at Prince – avloysaraskipið fyri Smyril -  ikki fór at sigla seinnapartin í dag vegna veður. Nú boðar Strandferðslan frá, at ætlaða fráferðin kl. 11:30 úr Havn er útsett til klokkan 14:00.

Fráferðirnar klokkan 15:30 av Krambatanga og klokkan 19:00 av Havnini verða ikki sigldar vegna veður.

Eisini á Sandoyarleiðini eru avlýsingar. Teistin fer seinastu fer kl. 16:36 úr Skopun og av Gomlu Rætt klokkan 17:20.

Broytingar eru eisini á Hestleiðini. Eingin túrur hevur verið fyrrapartin, men eykatúrur verður gjørdur eftir døgurða.

Sildberin siglir heldur ikki í dag til Skúvoyar, og  Strandferðaslan hevur eisini avlýst siglingina til Fugloyar í dag.