- Seinastu 24 tímarnar eru fleiri enn 20 skip farin gjøgnum Hormussundið.
Tað siga vælvitandi amerikanskar keldur við Wall Street Journal.
Sagt verður, at hóast handilslig skipaferðsla framvegis er lítil í mun til tíðina fyri, at USA og Ísrael lupu á Iran, hevur kortini meira ferðsla verið í sundinum seinastu 24 tímarnar enn annars.
Seinastu tíðina hevur fleiri ferðir verið endurtikið, at umleið 20 prosent av heimsins olju og gassi verður flutt gjøgnum týdningarmikla Hormussundið.
Hormussundið er siglingarleiðin inn og út úr Persaraflógvanum, um nakar framvegis skuldi ivast í hesum.
Eftir av USA og Ísrael lupu á Iran, stongdi Iran fyri siglingarleiðini, men seinnapartin mánadagin setti amerikanski forsetin, Donald Trump, í verk eina blokadu móti iranskum havnum.
Stongsulin skal merkja, at eingi skip úr Iran - ein heldur skip, sum eru á veg til Iran - sleppa ígjøgnum Hormussundið undir stongslinum.











