Fleiri handverkarar tøkir til at byggja bústaðir

– Men vit skulu ikki vænta nakað stórt tal av bústøðum í allarnæstu framtíð sigur Eyðgunn Samuelsen

Hesi seinastu árini er fólkatalið í Føroyum hækkað 3000 fólk, men samstundis hava vit bara fingið 700 nýggjar bústaðir. Tað staðfestur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í bústaðarmálum.

 

Hon staðfestur samstundis, at tað er ein orsøk til, at íbúðarneyðin er so stór. Men hetta er ein trupulleiki, sum ikki er lættur at loysa, leggur hon afturat. Ein trupulleiki er, at byggivinnan hevur so nógv at gera.

 

– Tað eru hundratals útlendskir handverkarar í Føroyum, og teir byggja nógv annað enn bústaðir. Land og kommunur hava methøgar íløgur, og tær kommunur, har bústaðartrotið er størst, gera neyðugar íløgur, ið eru avleiddar av fólkavøkstrinum. Hetta er millum annað skúlar og barnagarðar og ymisk mentanartilboð, ið eisini skulu til, um fólk skulu støðast á staðnum. 

 

Hon vísir á, at tað, sum tað almenna hevur sett í verk, røkkur ikki til, Eitt nú, at Bústaðir sleppur at taka lán til at byggja bústaðir fyri, so at tey nú kunnu byggja 200 íbúðir afturat. Samstundis eru 200 milliónir settar av á fíggjarlógini til bústaðir til fólk við serligum tørvi, umframt at kommunur kunnu byggja eldrabústaðir.

 

Men skal nakað munagott gerast, mugu øll taka eitt tak, bæði landsmyndugleikar, kommunur, fakfeløg og pensjónsgrunnar, umframt privata vinnan.

 

Í hesum sambandi vísir hon eisini á, at Landsstýrið hevur samtykt at bíða við teimum íløgum, ið krevja nógva arbeiðsmegi, so fleiri timburmenn vera til taks at byggja íbúðir, tí, tað er ein fortreyt fyri, at vit kunnu byggja fleiri bústaðir. Og Eyðgunn Samuelsen vónar, at eisini kommunur fara at útseta ymsar íløgur. 

 

Samstundis eigur Landið beinanvegin at tryggja, at Bústaðir kunnu byggja enn fleiri íbúðir enn tær 200, sum nú verða bygdar afturat.

 

– Vit eiga ikki at avtaka AirBNB, men nú fleiri gistingarhús verða bygd, skuldi úrslitið verið, at fleiri íbúðir verða til taks at leiga, sigur Eyðgunn Samuelsen.

 

 

Trýst HER og les meiri um, hvørjar tankar, Landsstýriskvinnan í Bústaðarmálum, hevur gjørt sær um bústaðarneyðina.