Eingin veit, hvussu tað ber til, at fleri stórhvalir seinastu tíðina eru deyðir Grønlendska útarpið visti fyri nøkrum vikum síðan at siga, at veiðimenn úr Attu høvdu funnið átta deyðar stórhvalir.
Veiðimenn og fiskimenn í Suðurgrønlandi hava eisini funnið deyðar stórhvalir.
Hvalirnir kunnu fingið skaða í høvdið í royndunum at bróta ísin, aðrir hvalir kunnu hava bitið teir, ella teir hava fløkt seg inn í veiðireiskap. Ella teir hava rent á skip. Ein annar møguleiki er, at hvalirnir eru deyðir av natúrligum ávum, sigur grønlendska útvarpið KNR.