Kommunurnar kring landið hava fingið nógv meiri inn í skatti hesar báðar fyrstu mánaðirnar í ár, enn tær fingu teir báðar fyrstu mánaðirnar í fjør.
Ein uppgerð hjá Taks vísir, at í januar og februar í ár hava kommunurnar fingið slakar 259,2 milliónir inn í skatti, og tað eru slakar 20 milliónur meiri enn tær fingu teir báðar fyrstu mánaðirnar í fjør, tá ið tær findu 239,2 milliónir inn í skatti.
At kalla allar kommunurnar hava fingið væl meir inn í skatti í ár, og tær, sum hava fingið minni inn í skatti, eru yvuhøvur nakrar av smærru kommununum. Tær størstu av teimum eru Eiði og Sjóvar kommuna, sum hava fingið heldur minni inn í skatti higartil í ár.
Á Eiði hava tey fingið slakar 2,9 milliónir inn í skatti hesar báðar fyrstu mánaðirnar í ár, og tað eru slakr 87.0000 krónur, ella sløk trý prosent, minni enn í fjør. Í Sjóvar kommunu hava tey fingið slakar 4,5 milliónir minni inn í skatti higartil í ár, og tað eru 9.600 krónur ellla 0,21 prosent minni enn í fjør.
Í Klaksvík hava tey fingið 26,7 milliónir inn í skatti, og tað eru 1,8 milliónir, ella 7,3 prosent meiri enn í fjør.
Í Fuglafirði hava tey fingið 9,9 milliónir inn í skatti, og tað eru 865.000 krónur meiri, ella 9,5 prosent meiri enn í fjør.
Í Eysturkommunu er framgongdin eisini stór, tí har hava tey fingið 10,5 milliónir inn í skatti, tað eru 850.000 krónur, ella 8,8 prosent meiri enn í fjør.
Og eisini í Havnini er lagið uttan iva gott í Býráðnum, tí høvuðsstaðurin hevur fingið 107,4 milliónir inn í skatti í januar og februar, og tað eru 6,6 prosent meiri enn í fjør.
Í Sunda Kommunu hevur framgongdin eisini verið stór, tí har hava tey fingið 9,1 millión inn í skatti í ár, tað eru 1,3 millión, ellla 16,3 prosent meiri enn í fjør.
Tað sama er í Vestmanna, har skattainntøkan hevur verið 6,7 milliónir, ella 10,7 prosent meiri enn í fjør, og í Vágum hava tey eisini eina framgongd á góð trý prosent til góð sjey prosent.