Fleiri hundrað mótmælisfólk royndu seinnapartin at sleppa inn á ta amerikonsku sendistovuna í jemenska høvuðsstaðnum Sanaa, at mótmæla filminum, sum háðar Muhammed profet. Tey mótmælandi krevja, at sendistovan verður stongd, og at amerikanski sendiharrin fer av landinum.
Jemenskir trygdarhermenn skutu ávaringarskot ímóti teimum mótmækandi fyri at halda teimum burtur frá sendistovuni, og løgreglan hevur kringsett sendistovuøkið og seta vegabyrgingar upp.
Í gjár vóru samanbrestir við sendistovuna í Sanaa, og tá lógu fýra fólk eftirá.
Í øðrum muslimskum londum eru eisini mótmælistiltøk ímóti filminum. Í Dhaka í Bangladesh vóru umleið 10.000 fólk komin saman at mótmæla, og tey settu eld á amerikonsk og ísraelsk fløgg.
Tíðindastovurnar skriva úr Sudan, at har hava mótmælisfólk roynt at sleppa inn á ta týsku sendistovuna í høvuðsstaðnum, Khartum (myndin). Umleið 5.000 fólk eru uttan fyri sendistovuna, og løgreglan hevur skotið við táragassi fyri at spjaða tey, skriva tíðindastovurnar.