Tórshavnar Býráð samtykti á býráðsfundi hóskvøldið við 12 atkvøðum fyri og ongari ímóti at fara undir fyrireikingar av projekti at byggja tvey læknaviðtaluhøli í Gundadali afturat teimum núverandi beinan vegin, og skulu íløgurnar takast við í fíggjarætlanini fyri ár 2000.
Tað varð býráðsformaðurin, sum í apríl legði fram uppskot um at fara undir 2. byggistig, nú tørvurin á nýggjunda kommunulæknanum er farin at treingja á. Sum er leigar býráðið viðtaluhøli til Kristionnu Nordendahl, kommunulækna, í sjúkrakassabygninginum, men fyri at tað framhaldandi skal bera til at hýsa kommunulækna í hesum bygningi, er neyðugt at umvæla bygningin samstundis, sum lyfta má gerast upp á aðru hædd. Hetta varð leysliga mett at kosta hálvaaðru millión krónur.
Aftur í sosialu nevnd
Á fundi 13. apríl samtykti fíggjarnevnd býráðsins at beina málið í sosialu nevnd til umrøðu. Sosiala nevnd samtykti at mæla fíggjarnevndini til at siga leigumálið við Havnar Sjúkrakassa upp til 1. juli ár 2000, og at fáa málið aftur í sosialu nevnd.
Fíggjarnevndin samtykti á fundi 20. maj at taka undir við sosialu nevnd býráðsins og broyta yvirskriftina á málinum til »Nýggj læknaviðtaluhøli«.
í Juni heitti sosiala nevnd á býráðsumsitingina um at gera eitt tilmæli til næsta fundin, um hvør var frægasta loysnin at loysa hølistrupulleikarnar. Umsitingin mæti til, at tvey læknaviðtaluhøli verða bygd afturat í Gundadali.
Hesum tók starvsnevndin, har umboð fyri kommunulæknar eisini sita, undir við.
Tríggir minnilutar
Á fundi í sosialu nevnd tann 8. oktober tók ein minniluti, mannaður av Elini Lindenskov og Inga Mohr, undir við tilmælinum frá umsitingini um at byggja tvey læknaviðtaluhøli afturat.
Ein annar minniluti, Katrin Dahl, mælti til, at nýggju viðtaluhølini verða bygd í vesturbýnum. Harafturat var ein triðji minniluti, mannaður av Heðini Mortensen, ið ynskti at greiða frá sínum sjónarmiðum á býráðsfundi.
Fíggjarnevndin samtykti á fundi 4. november at mæla býráðnum til at taka undir við minnilutanum í sosialu nevnd, sum var mannaður av Elini Lindenskov og Inga Mohr, og at fara undir fyrireikingarnar beinan vegin.
Endin á málinum var, at býráðið á býráðsfundi hóskvøldið við tólv atlvøðum fyri og ongari ímóti samtykti at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini. Fyrst varð tó atkvøtt um minnilutatilmælið frá Katrini Dahl um at byggja nýggju viðtaluhølini í vesturbýnum, men hetta fall við fimm atkvøðum fyri og sjey ímóti.