Fleiri yngri enn eldri arbeiðsleys

Lutfalsliga nógvar ungar kvinnur eru arbeiðsleysar

Seinasta uppgerðin hjá Hagstovu Føroya vísir, at árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið í Føroyum er 2,2 prosent. Tað er tað sama, tað hevur verið allan vetur.

Í tali vóru tað 610 fulltíðararbeiðsleysir persónar í mars í ár, tað eru 57 færri enn sama mánað í fjør. 
Hagstovan skrivar, at javnt minsta arbeiðsloysið við 1,9–2,0% er í øllum aldursbólkunum yvir 35 ár. 

Arbeiðsloysið er munandi hægri hjá teim yngru. Í aldursdólkinum 16-24 ára er arbeiðsloysið 2,9 prosent, og í aldursbólkinum 25-34 ára gomul er tað 3,5 prosent. Hjá teimum 35-34 eru arbeiðsloysið serliga høgt hjá konufólkunum við 4,6%. 

Ein lutfalsliga stórur partur av hesum 25-34 ára gomlu eru skrásett sum arbeiðsleys eftir forsorgarlógini, sigur Hagstovan.