Dráttur-Fleyr 1-3 (21-25, 21-25, 25-14, 15-25)
Eyka hálvfinalan millum Fleyr og Drátt varð spæld á Eiði í kvøld. Neyðugt varð við hesum dystinum, tí Dráttur og Fleyr vunnu ávikavist Fleyr- og Mjølnir-kappingina, og so mátti nýggjur dystur til fyri at finna mótstøðuliðið hjá SÍ.
Og tað eydnaðist altso Fleyr at vinna hendan dystin 3-1. Við hesum eru kvinnurnar hjá Fleyr til reiðar at spæla sína fyrstu steypafinalu, síðani kappingin fyri átta árum síðani varð umskipað til verandi leistin.
Finalan verður spæld í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn tann 14. februar.