Flogbóltsupptakt á Rás2 klokkan 14

Í samband við hálvfinalurnar í steypakappingini í flogbólti hevur Óli G. Samuelsen upptakt á Rás2 klokkan 14

Hálvfinalurnar í steypakappingini í flogbólti verða í ár leiktar í KÍ-høllini í Klaksvík.

 

Byrjað verður klokkan 13.00 og hildið verður fram til umleið umleið klokkan 21.00 um kvøldið. Á skránni eru fýra dystir.

 

Dystirnir eru hesir:
13.00 Fleyr - TB (kvinnur)
15.00 Dráttur - Mjølnir (kvinnur)

17.00 ÍF - Mjølnir  (menn)
19.00 SÍ b - SÍ a (menn)

 

Undanfarin ár eru hálvfinalurnar leiktar í Høllini á Hálsi, men við tað at henda í ár er undir umbygging, og ikki verður klár 10. februar, hevur Flogbóltssambandið lagt dystinar í KÍ-høllina.

 

Í sambandi við dystin verður taraflex-gólvið lagt út, eins og aðrar broytingar verða gjørdar, so høllin verður ikki at kenna aftur sambært flogbóltssambandinum.

 

Rás2 sigur frá øllum dystunum, og í hesum sambandi hevur frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen upptakt á Rás2 klokkan 14 í dag.

 

Øll kunnu hoyra Rás2 á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7.